Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Page 194
210
Kapittul 4. Merkingar á akbreyt
§38.
Hesar merkingar á akbreyt verða nýttar:
Q. Merking eftir longdini á vegnum, sum vísir,
hvussu akbreytin er býtt sundur í farbreytir.
R. Pílar vísa, hvar á akbreytini ferðandi skal
vera fyri at koma ávísta leið.
S. Tvørmerking: Merking tvørtur um ferðslu-
leiðina, sum skilar til skyldu at halda aftur
fyri ferðslu tvørturum.
T. Merking fyri steðgi og parkering.
V. Tekstur, tekin v.m. á akbreyt.
§39.
Merking á akbreyt, súklubreyt v.m. er hvít.
Gul merking verður tó nýtt til bráðfengis
ferðslustýring t.d. tá vegarbeiði fer fram, ella
vegur er umlagdur, og hon skal aktast fram um
hvíta merking. Harumframt verður gul merking
nýtt til T 61 Steðgforboð og T 62 Parkeringar-
forboð, smb. § 45.
2. stk. í staðin fyri ella aftrat merkingini
kunnu verða nýttir ferðslunaglar, sum kunnu
verða útgjørdir við endurskini við litum sum
eftir 1. stk.
Q. Longdarmerkingar
§40.
Hesar merkingar á akbreyt verða nýttar eftir
longdini á vegnum:
Q 41: Farbreytastrika.
Smøl brotin strika við stuttum strokum og
longum gloppum. Hon skilir sundur akbrevtina
í farbreytir. í vegamóti kann farbreytastrika
eisini verða nýtt at stýra ferðslu, sum skal
snara.
Q 42: Varningsstrika.
Smøl brotin strika við longum strokum og
stuttum gloppum. Hon er skilnaður millum far-
breytir og varar eisini ferðandi við, at serliga
væl skal ansast eftir, um farið verður um strik-
una. Varningsstrika boðar frá, at komið verður
til hindrunarstriku, og verður annars serliga
nýtt á smølum vegi við vánaligum útsýni.