Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Page 195
211
Q 44: Hindrunarstrika.
Smøl óbrotin strika. Hon er skilnaður millum
farbreytir, og tað er ikki loyvt at fara um hana
við nøkrum hjóli, heldur ikki tá vent verður,
snarað á vegamóti, koyrt inn á ogn við vegin
ella tílíkt. Har óvanlig viðurskifti, t.d. vegar-
beiði ella óregluliga steðgað ella parkerað akfar,
gera tað neyðugt, kann tó verða farið um strik-
una, um serliga væl verður ansað eftir.
Viðvíkjandi Q 41-44: Strikurnar kunnu verða
nýttar einsamallar ella tvær og tvær saman.
Har tvær strikur eru lið um lið. skal tann akandi
rætta seg eftir tí strikuni, sum er nærri akfar-
inum. Ferðandi, sum koyrir á farbreyt fyri mót-
vcgis ferðslu, hevur tó altíð loyvi at koyra aftur
á egna farbreyt.
L2-V
Q 45: Skákateigur.
Skákstrikað ella heilt hvítt øki á akbreytini,
sum ikki el loyvt at koyra, steðga ella parkera
á. Er partur av striku um skákateig brotin, er
loyvt snarandi ferðslu at koyra tvørtur um teig-
in har. Farast skal fram við skákateigi teirri
megin, har sum skákastrikurnar vísa frameftir.
Q 46: Óbrotin marknastrika.
Óbrotin strika, sum avmarkar tann partin av
vegnum, sum er akbreyt. Hon kann eisini verða
nýtt til at skijja vanliga farbreyt frá serligum
farbreytum. Óbrotna marknastriku má ikki
verða farið úm við motorakfari, uttan tá steðg-
að ella parkerað verður, ella tá koyrt verður inn
á vegin ella út av honum. Akandi, sum koyra
spakuliga, kunnu tó á styttri strekki fara um
óbrotna marknastriku, um tað gerst neyðugt til
tess at gera tað lættari hjá øðrum akfari at
sleppa framum, smb. § 31, 3. stk.í ferðslulógini.