Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Page 199
215
V. Tekstur og tekin á akbreyt
§46.
Umframt tað, sum verður nýtt sambært tí, ið
frammanfyri er ásett, verða hesir tekstir og tek-
in nýtt á akbreyt:
Vll: Tríhyrningur.
Teknið vísir á, at koyrandi á vegamóti, sum
er fyri framman, hevur treytaleysa víkiskyldu
við tað, at skeltið B 11 Treytaleys víkiskylda, ið
lýst er í § 10, stendur har. Er teknið nakað frá
vegamótinum, verður fráleikin tilskilaður.
V 12: STOP.
Teksturin vísir á, at skeltið B 13 Steðgur á
vegamóti, ið er lýst í § 10, stendur við vegamót,
sum er fyri framman, og áleggur koyrandi
treytaleysa víkiskyldu og steðgskyldu. Er
STOP nakað frá vegamótinum, verður fráleikin
tilskilaður.
V 15: Vegnummartekin.
\ egnummarið kann verða tilskilað á akbreyt-
ini.
V 41: Súklutekin.
Teknið skilar til, at koyrandi á súklu og prutli
skulu nýta henda part av vegnum. Er súklu-
tekin á breyt, sum er avmarkað við Q 46 Óbrot-
in marknastrika, ið lýst er í § 40, ella sum er
partur av gøtu ella gongubreyt, skilar tað til, at
breytin er súklubrey t.
V 43: Parkeringartekin.
Teknið vísir á, at økið er ætlað til parkering.