Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Page 200
216
Kapittul 5. Ferðsluljós
§47.
Hesi sløg av ferðsluljósum verða nýtt:
X. Ferðsluljós á gøtum verða nýtt til tess at
stýra ferðsluna inn á vegamót og um gongu-
teigar og til tess at stýra ferðsluleiðina á
vegastrekkjum við skiftandi einvegis
ferðslu.
Y. Farbreytaljós skila til, um ferðsla ávísan veg
er loyvd á farbreyt.
Z. Blunkljós skila til steðg ella serligan vanda.
§48.
Ásetingarnar í §§ 3-5 um ferðsluskelti hava
eisini gildi fyri ferðsluljós.
X. Ferðsluljós á gøtum
§49.
Ferðsluljós á gøtum kunriu vísa reytt, reytt
og gult, grønt ella gult ljós, smb. tó X 19 Buss-
ljós.
2. stk. Reytt ljós krevur steðg. Koyrandi
skulu steðga við steðgstriku ella, um eingin
steðgstrika er, nóg langt frá vegamótinum ella
vegstrekkinum. Gongufólki er ikki loyvt at
stíga út á akbreyt ella súklubreyt. Ferðandi, ið
eru komin á øki, sum ljósið geldur fyri, skulu um
gjørligt fara av tí, gongufólk við at halda fram
til næstu gongubreyt, øksl ella ferðsluhólm.
3. stk. Reytt og gult ljós saman krevja steðg.
Tey hava sama týdning, sum reytt ljós einsa-
malt, men vísa eisini, at ljósið skjótt fer at vísa
grønt.
4. stk. Grønt ljós býður at koyra. Gongufólk
kunnu fara á akbreyt og súklubreyt. Fyritreyt
er tó, at hetta ikki ber við sær brot móti øðrum
ásetingum.
5. stk. Gult ljós krevur steðg. Tað skilar til,
at ljósið skjótt fer at vísa reytt, men hevur ann-
ars sama týdning sum reytt ljós. Er koyrandi,
tá ið ljósið skiftir frá grønum til gult, komin*so
langt, at hættisligt er at steðga, skal hann ikki
steðga.