Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Page 203
219
Z 95: Blátt blunkljós.
Ljósið kann vísa blátt blunkljós ella vera til-
evnað við bláum ljósstrúti, sum melur runt. Tað
boðar frá, at ferðandi skulu vera serliga varin
orsakað av óhappi ella eldi.
Kapittul 6. Ymiskar ásetingar
§53.
Frammanfyristandandi ásetingar skila til
merkingarnar, sum tær vanliga skulu vera.
Merkingar, sum hóast smærri frávik eru á at
lýta sum tær tilskilaðu, hava sama týdning.
§54.
Á almennum vegi kunnu upplýsingar verða
givnar á best hóskandi hátt eftir umstøðunum,
tá tær bert eru fyri gongufólk, og tá merkingin
verður sett upp við gongugøtu, sum ikki liggur
við veg, ið motorakandi kunnu nýta.
§55.
Uttan mun til merking kann akfar, ið verður
nýtt í vegarbeiði, so varisliga sum gjørligt
verða koyrt soleiðis, sum arbeiðið krevur. Neyð-
sendarakstur skal fara fram sambært reglum,
sum eru fyri hesum. Sama er galdandi fyri aðrar
bólkar av ferðandi, sum hava serligar reglur t.d.
avlamin.
§56.
Har vegarbeiði fer fram, skulu vegamyndug-
leikarnir áðrenn arbeiðið verður byrjað, gera av,
hvussu merkjast skal, eisini um onkur annar
stendur fyri arbeiðnum.
Stk. 2. Sekt verður givin fyri ikki at biðja um
reglur frá vegamyndugleikunum smb. stk. 1,
ella ikki gera eftir teimum.
§57.
Henda kunngerð fær gildi beinan vegin.
2. stk.
Samtíðis fara úr gildi kunngerð nr. 55 frá 17.
juni 1977 um vegamerking og kunngerð nr. 10
frá 12. februar 1979 um ávísar ferðslumerking-
ar.
3. stk. Fyribils galda sum niðanfyri tilskilað:
1. Undirskeltini, ið eru lýst í § 5, kunnu hava
aðra útsjónd enn tilskilað.