Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Page 225
241
§ 8. Ein skrásettur grannskoðari má í mesta lagi hava 3 grannskoðarahjálparar í arbeiði,
sum ikki í minsta lagi í 3 ár aftaná at hava fylt 18 ár hava tikið lut í vanligum bókhalds-,
roknskapar- og grannskoðanararbeiði á skrivstovu hjá statsgóðkendum ella skrásettum
grannskoðara. Tá serligar umstøður eru til tess, kan landsstýrið loyva frávik frá hesi áseting.
2. stk. Grannskoðarahjálparar skulu starvast við sovorðið vanligt bókhalds-, roknskapar-
og grannskoðanararbeiði, at teir fáa ta neyðugu praktisku útbúgving til at kunna gerast
skrásettir grannskoðarar.
§ 9. Uttan mun til, hvat reglurnar i § 4, 1. stk. og § 6, I. stk. siga, kunnu skrásettir
grannskoðarar, sum lógliga róku virki ella starvaðust sambært hesar reglur, tá lógin kom í
gildi, halda áfram við tí. Virksemi og størv, sum ganga írnóti § 4, 1. stk. skulu tó verða hildin
uppat áðrenn árslok 1985.
§10. Tann, ið ger ímóti reglunum í § 2,2. stk., § 3, § 4, 1. stk., § 5, § 6, 1. og 2. stk. og § 7 verður
sektaður við bót.
§11. Henda kunngerð kemur í gildi 15. oktober 1980.
FØROYA LANDSSTÝRI, 7. oktober 1980.
Dánjal P. Danielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ J. Djurhuus (sign.)
31 — Kunngerðasavn 19X0