Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Side 238
254
§ 27. Handarbeiði.
Royndin miðar ímóti at gera ein verkligan lut, ið fevnir um fleiri arbeiðstilgongdir.
2. stk. Royndin eigur at laga seg eftir teimum møguleikum, ið eru á skúlanum, og fara fram
eftir lærarans fyriskipan.
3. stk. Næmingurin ger royndarlutin/-lutirnar teir í mesta lagi 12 seinastu handarbeiðstím-
arnar í skúlatiðini. Royndarluturin/-lutirnir verða lagdir fram og umrøddir, meðan
próvdómarin er hjástaddur.
4. stk. Næmingurin hevur loyvi at brúka upprit og lærubøkur, meðan royndin fer fram. Eitt
próvtal verður givið.
§ 28. Smíð.
Royndin miðar ímóti at gera ein verkligan lut, ið fevnir um fleiri arbeiðstilgongdir innan træ-
og/ella metalsmíð.
2. stk. Royndin eigur at laga seg eftir teimum møguleikum, ið eru á skúlanum, og fara fram
eftir lærarans fyriskipan.
3. stk. Næmingurin ger royndarlutin/-lutirnar teir í mesta lagi 12 seinastu smiðtímarnar í
skúlatíðini. Royndarluturin/-lutirnir verða lagdir fram og umrøddir, meðan próvdómarin er
hjástaddur.
4. stk. Næmingurin hevur loyvi at brúka upprit og lærubøkur, meðan royndin fer fram. Eitt
próvtal verður givið.
§ 29. Heimkunnleiki.
Royndin fevnir um:
a) matgerð (kóking, steiking, baking o.a.)
b) reingerð (klædnaviðgerð o.a.)
c) ástøðiliga uppgávu (kostlæru, vørukunning o.a.)
Henda uppgáva kann vera munnlig og/ella skrivlig.
2. stk. I seinasta lagi 3 skúladagar, áðrenn royndin verður hildin, tekur næmingurin undir
ábyrgd skúlaleiðarans sína uppgávu, so at skúlin kann gera tey neyðugu innkeyp. Næmingurin
eigur ikki at vita um orðaljóðið í uppgávuni, fyrr enn royndin byrjar.
3. stk. Tann fyrsta uppgávan varir um leið 2-2‘/2 tíma, meðan onnur og triðja uppgávan varir
um leið 10 minuttir hvør.
4. stk. Til ta fyrstu uppgávuna hevur næmingurin loyvi at brúka upprit og lærubøkur, meðan
royndin fer fram. Eitt próvtal verður givið.
§ 30. Maskinskriving.
Royndin er í tveimum pørtum:
1. Ein roynd í avskriving av fyriløgdum teksti.
2. Ein roynd í skjótleika og rættleika.
2. stk. Tann fyrra royndin varir í 15 minuttir og tann seinna 5 minuttir.
3. stk. Eitt próvtal verður givið
§ 31. Roknskaparføring.
Royndin fevnir um bókingar innan hesi øki:
útgjaldingar, ogn og skuld, vanligar kostnaðir, lønir og rentur, innbúgv, fasta ogn, vørukeyp,
vørusølu og eginnýtslu, Harafturat kann royndin fevna um stuttar uppgávur í
rakstrarroknskapi, fíggjarstøðu og kapitalviðurskiftum.
2. stk. Eitt próvtal verður givið.