Fróðskaparrit - 01.01.2004, Page 13
THE POETIC LANGUAGE IN REGIN DAHLS POETRY
11
hann, at Songbók Førova Fólks er tað savn-
ið av yrkingum, sum hevur havt størstan
týdning sum grund undir honum sjálvum
sum yrkjara. Størstu málsligu fyrimynd
sína í skaldskapi heldur hann vera Christian
Matras:
Christian er artistiskur (hetta tekur hann
uppaftur fleiri ferðir) hann er artistiskur og
formstrangur. Tað var Christian, sum vísti
mcer, at tað ber til at yrkja um Føroyar og
so kortini ikki sum Fríðrikur Petersen. Tað
er jú ikki tjóðskaparyrkingar, hann yrkir.
"Byggja vit íurðaroyði” (citerar somu reglu
fleiri ferðir) ...tað er so hugtakandi, men tó
er urðaroyðin ikki eitt stað, har tú fært hug
at búseta teg. Soleiðis er tað við yrkingunum
hjá Christiani, tó at tær eru so hugtakandi,
eru tær eisini so fullkomnar, at har er ikki
pláss fyri tcer í teimum. (Viðtal 15-2-02. Ikki
áður prentað)
Hann tekur Hans Andrias Djurhuus fram
sum mótsetning til hetta og sigur, at hann
var altíð góður við Hans Andras á øðrvísi
hátt enn við Christian Matras. Hetta kunnu
vit tulka tann vegin, at Christian var máls-
liga idealið, og tað er í góðum samsvari við,
at Christian Matras, eins og Regin sjálvur,
var málsliga nýskapandi skald. Eisini hjá
honum finna vit mongd av nýggjyrðum,
sum føra hansara poetiska mál út um teir
karmar, sum eru um málheildina í tjóð-
skaparyrkingunum. Stórt rúm er uttanfyri
hesa heild og hesa málsligu poetikk, og í
støðugari samvirkan við tað málsliga lend-
ið, sum upprunaheimur hansara er, eru yr-
kingarnar nýskapandi úr heimligari grund,
sum yrkingarnar hjá Regini Dahl eru tað.
Turið Siðurðardóttir, bókmentagranskari,
sigur soleiðis um poetiska mál Christians
Matras:
Málið í yrkingunum er skapað burtur úr
føroyskum bygdamáli við víðkan av gerand-
ismálinum, eitt nú í teimum fjølbroyttu heit-
unum á landslagsfyribrigdum: Oeis-eggium.
meitil-veeaium. órskurúmd. streymbrátt
o.s.fr. (Sigurðardóttir 1991 .p.53)
Christian Matras er bæði ein partur av tí
siðvenjuni, sum Regin Dahl samvirkar við,
og ein fyrimynd í eini nýskapandi málslig-
ari poetikk. Skjótt síggja vit tó, at orðasmíð
Regins verður frískligari og meira provok-
erandi og spælandi enn tað hjá Christiani.
Tó at Regin eins og Christian leitar eftir
málsligum fullkominleika, hevur hann
afturat tí eitt spølni, eitt argandi lyndi og
ein musikalitet, sum bregður frá skaldamáli
Christians.
Nýggjyrðini
I yrkingum Regin Dahls kemur lesarin javn-
an fram á orð, sum hann ikki heldur seg hava
sæð ella hoyrt fyrr. Hetta er viðhvørt tí, at
orðið er sjáldsamt í talaðum máli, viðhvørt
er tað tí, at orðið veruliga er nýtt, eitt nýg-
gjyrði. Sambært Gads Litteraturleksikon er
ein neologisma:
...en sproglig nydannelse. Et helt nyt ord el-
lerfrase; et nyt ord, der er dannet udfra en
rod eller et prcefix, der er almindelig i anden
sammenhæng; et kendt ord, der tillægges en
ny betydning; nye sammensætninger af ord
eller ord dannet af forkortelser.