Fróðskaparrit - 01.01.2004, Qupperneq 14
12
UPP UM VITSINS FLÚRAR
Um vit halda okkum lil niðurstøðuna hjá
Roland Barthes, tá hann sigur, at í modern-
aðum bundnum skaldskapi kunnu vit held-
ur tosa um persónligan stíl enn um eina fe-
lags poetiska ”ecriture”, so kunnu vit trygt
siga, at eitt av fleiri málsligum stíleyðkenn-
um hjá Regini Dahl er nýggjyrðini. Longu
í fyrsta savninum síggja vit hendan serliga
málsliga stíl hansara, og fyri hvørt savnið,
sum kemur frá honum, verður málið meira
sprækið og eksperimenterandi. Sævarbára
og stjørnuslotur úr fyrsta savninum eru var-
nari, meira romantisk orð enn frumaldna-
burturskrædda oyggj og vembrutir gjald-
oyrakallar úr Rekagróti 48 ár seinni. Tað
at skapa nýggj orð er vælkent í bundnum
skaldskapi, bæði í tí klassiska og tí roman-
tiska skaldskapinum henda málsligar broyt-
ingar, heiti og myndburðir koma til, men
tey eru í eldri skaldskapi ikki original, per-
sónligt eyðkennandi og einaferð nýtt; held-
ur ganga tey inn í eitt felags mál. Tað skal
tó ikki skiljast soleiðis, at skaldini í klas-
siskum og romantiskum skaldskapi als ikki
hava persónligan stíl, men tað persónliga
fær ikki har so frítt spæi, sum tað fær í mod-
ernaðum skaldskapi, har skaldið ikki letur
seg binda av reglum um mál og ørindismál.
I romantikkini til dømis er poetiska málið
í bundna skaldskapinum eitt felags corpus.
Broytingarnar verða tiknar upp í hetta fe-
lagsmálið, málsliga skaldskaparskráin er
ein, ikki ein fyri hvørt skaldið.
Tað ber heldur illa til at reksa upp øll
nýggjyrðini í skaldskapinum eftir Regin
Dahl. I nógvum yrkingum eru, tá talt verður
upp kanska í tveimum triðingum av øllum,
nýggj orð og orðasamansetingar. Um vit
telja tey í bert einum savni, til dømis í Reka-
gróti frá 1985, finna vit, at í teimum 72
yrkingunum eru umleið 120 orð, sum eru
skaldsins egnu orð, ella nýggjyrði. Tað skal
kortini ikki skiljast, sum at orðini eru heilt
nýggir burðir, sum ongan samanhang hava
við málið, sum vit kenna tað og duga tað.
Tað eru orð, ið byggja á málið á tann hátt,
at orðini verða, vit kunnu siga ”smíðað úr
gomlum”.
í yrkingini ”Á, tað er tvætl ella alt er
av”, sum stendur í Rekagróti. koma fyri
trý orð, sum ikki áður eru kend í málinum.
Tey eru hvítlingsdólgur, knotagrundir og
moldbakkakrógvað. Yrkingin snýr seg um
oyðandi gongd'hvíta manna á jørðini, og
tann talandi hevur, um vit skulu taka yrk-
ingina fyri áljóðandi, mist trúnna á vald og
mátt orðanna í stríðnum móti hesum. Liðar
tú orðini sundur, eru teir einstøku liðir-
nir kendir, men samansetingin er nýggj.
Hvítlingsdólgur er sett saman av orðinum
hvítur og eftirskoytinum lingur, sum merk-
ir nakað lítið, og dólgur, sum er orð nýtt
um hann, sum er seinførur, býttur og for-
herðaður. Skaldið samanfatar í orðinum
ta lyrilitsleysu framferð, sum hann heldur
hvíta mannin hava havt á jørðini. Sína van-
virðing fyri hesum atburði vísir skaldið
júst við samansetingini við -lingur, sum
ger hvítlingsdólgin til lítlan mann. Knota-
grundir er sett saman av orðinum knota,
ið merkir bein og orðinum grund. Orðið
knotagrundir merkir her jørðin og sipar til
norrønu gudalæruna, suiu sigur, at jørðin
varð gjørd av kroppinum hjá Ýmiri. í eini
vanvirðandi samanbering við seyð ger hann
síðani orðið moldbakkakrógvað, til tess at
lýsa menniskju, sum eins og seyður krógva
seg undir moldbakkunum og einki síggja