Fróðskaparrit - 01.01.2004, Qupperneq 15
THE POETIC LANGUAGE IN REGIN DAHLS POETRY
13
ella leggja í at síggja. í allari yrkingini
eru tað hesi trý orðini, sum standa framúr
og skapa eina nógv sterkari kenslu móti
eyðræning og oyðing manna enn hon hevði
havt, um tey ikki vóru. Nýggjyrðini hava
her tað endamál at gera fordømingina nóg
sterka. Her hevur skaldið við tað at gera,
sum er sagt so ofta, at endurtøkur við somu
orðum eru vatndeyvar, og hann skapar tí
nýggj orð, sum kunnu siga tað sterkari.
Yrkingin Havið doyr úr Rekagróti hevur
sama harmin um oyðandi megi menniskj-
unnar í sær, men hon greiðir neyvari frá tí,
sum oytt verður, í hesum førinum havinum,
enn hon greiðir frá oyðaranum. Hetta hevur
tað endamál at geva fulla fatan av missin-
um, sum vit sjálvi hava skyldina av, og burt-
ur úr hesum kemur ein poetiskt stórfingin
lýsing av havinum, har tað júst er tað virtu-
ost poetiska orðasmíðið, sum skapar allan
dámin.
Havið doyr
Hesin ævigi slóttur,
ið ól allan vøkstur,
hendan váta rúmskvøðan,
társins heilsan og sveittans,
henda tróttuga vangadunan
í drykkjum, ástum, svøvni -
taradoyving, ætissælan,
frumdarsteypið.
Havið doyr.
Eisini tess vóru teir mentir
Havið - havið doyr.
I hesi lýsingini av havinum eru nýskapað
orð, ið standa framúr og bera alla yrking-
ina, skapa allan dámin, sum vit longu hava
sæð, at orðasmíð Regins eisini ger í øðrum
yrkingum. 1 hesum orðunum býr besti
møguleikin at fata og umfata, hvussu stórur
missur tað er, um havið sleppur at doyggja.
Orðini eru: rúmskvøðan, taradoyvingin,
ætissælan, frumdarsteypið. Umframt hesi
nýgjørdu orðini eru eisini orð, sum eru
óvanlig ella sjáldan hoyrd í málinum og tí
hava nakað av tí sama frískleikanum yvir
sær, sum tey nýggju orðini. Hetta eru orð
sum tróttugur, slóttur og hvørsfallkonstruk-
tiónin ”társins heilsan og sveittans”, sum
als ikki er til í talaðum máli. I orðunum er
alt, sum sigast skal. Havið er um okkum sum
váta rúmskvøðan og í okkum sum ”társins
heilsan og sveittans”. Tað er í oyranum sum
ljóð, tað er í vætuni, sum sløkkir tostan, tað
er í ástini, sum treytar alt lív, og í orðinum
ætissælan er myndin av feitum sjógvi, har
nóg mikið er til øll at eta.
Næstseinasta reglan "Eisini tess vóru
teir mentir”, lýtir yrkingina, tí at skaldið
við henni fer út um ta listarligu skránna
og yvir í eina politiska, reformistiska skrá,
sum avdúkar eitt heilt óneyðugt misálit á
listaverkið sjálvt.
Tá ið Regin skapar nýggj orð til tess at
styrkja tað sagda, er tó sjálvsagdur lyndis-
munur á orðunum, sum skapt verða. Yrk-
ingin ”A, tað ertvætl... ”, sum varð viðgjørd
omanfyri, er ein hvasslig, revsandi yrking,
og nýggjyrðini í henni eru samsvarandi
hvasslig og hartandi av lyndi.
Orðini kunnu vera yndislýsandi, skemt-
andi, speirekandi ella viðhvørt reint ljóð-
spæl ella orðamusikkur.
Yndislýsandi eru til dømis orðini rósu-
snáðin, kavastetlingar, undursframtíðin,