Fróðskaparrit - 01.01.2004, Side 20
18
UPP UM VITSINS FLÚRAR
Regini, har tær ofta eru spræknar og mest-
sum ”yvirkonstrueraðar”, sum tá hann til
dømis sigur verunnar viðhalds treysti ella
handan allra himna lýsi. Har spælir hann
sær beinleiðis við hvørsfallinum sum poet-
iskari konstruktión.
Tey arkaiserandi orðini kunnu sum nevnt
vera orð úr eldri føroyskum ella viðhvørt
norrøn orð. Viðvíkjandi teimum, sum eru
úr eldri føroyskum máli, kann tað vera tor-
ført viðhvørt at avgera, um orðini kunnu
vera orð, sum Regin hevur hoyrt í livandi
talaðum máli, tá hann var barn, ella um tey
eru orð, tikin framaftur úr ”deyðum” máli.
Hetta hevur tó ikki so stóran týdning at av-
gera, tí vit kunnu í øllum føri sláa fast, at
orðavalið er eksotiskt. Regin hevur neyvan
yrkt við orðabók í hond alla tíðina, men
hansara leitan eftir tí sjáldsama og úrvalda
og hansara serligi málsansur hevur ført til,
at hann í sær hevur átt ríka goymslu av
orðum, sum hann kanska bert einaferð hev-
ur hoyrt ella sæð. Vit síggja sagnorðaform-
ar, har orðið sjálvt er ein gamal formur, til
dømis rigna, pulka, rógvast, krykja, Ijóta,
hivna, gíggja. Vit síggja eisini sagnorð, har
tað er bendingaformurin, sum er fornur og
burturlagdur í nútíðarføroyskum, til dømis
skóp, ló, vóks og keys. Av navnorðum eru
orð sum tilrend, slotur, geyr, sallar, fólskni,
strát, luttur, aðlið, doði, brjóstabørn og beli
(orðini eru øll endurgivin soleiðis, sum tey
standa í tekstinum). Innímillum eru eisini
norrøn orð og orðaformar. Til dømis hava
vit orðið blóma í føroyskum, men ikki nor-
røna hvørkikynsformin, sum Regin nýtir
í orðunum apaldsblóm og bakkablóm, og
orð sum ísleggir og tiguligir eru orð, sum
vit bert finna í norrønu orðabókini, ikki í
teirri føroysku orðabókini ella í seðlasavn-
inum. Eisini fmna vit í orðavalinum hjá
Regini Dahl samband við eldri skaldskap,
serliga kvæðini. Vit kunnu nevnakenningar
og heiti sum brynjubaldur, mæki(sum hug-
leitt samband í orðinum summarsmækja),
kind og fljóð og annars dømi sum døpul,
mynna, millum ranna, tvistur ella orðamyn-
dina við brotnari bringu, sum vit kenna úr
Finnbogarímu. (ør.27-28.Var.A í CCF)
Niðurløga
Innleiðandi varð greitt frá tí hugsan, at í
skaldskapi Regin Dahls fer fram ein nýpo-
etisering av skaldsliga málinum í mun til
málið í skaldskapinum, sum gongur undan.
Har varð í tí sambandinum serliga hugsað
um tjóðskaparliga songskaldskapin, men
eisini um eldra skaldskapin, kvæðini.
Hendan nýpoetiseringin í skiftinum mill-
um skaldskaparrák er í samsvari við tað,
sum Roland Barthes sigur um málið í ntod-
ernaðum bundnum skaldskapi og við tað,
sum Roman Jakobson sigur um poeticitet.
Tað, sum vit fyrst hava viðgjørt sum máls-
liga nýskapandi hendingar í hesi nýpoetise-
ring, er tað, at skaldamál Regins hevur so
mong nýggjyrði, at tað eyðkennir hansara
persónliga stíl. Mangan eru tað júst nýggj-
yrðini, sum eru sterkastu orðini og bera
boðskapin í yrkingunum. Tað er staðfest, at
nýggjyrðini eru egna mál Regins og ongan-
tíð endurnýtsla av orðum, sum onnur skald
hava gjørt. Tá soleiðis er, eru nýggjyrðini
eitt tiltak skaldsins til at varðveita málið akt-
ivt og til at bjarga honum undan klisjemáli
og herming, sum hann kennir stóra van-
virðing fyri. Tey substantivisku nýggjyrðini