Fróðskaparrit - 01.01.2004, Síða 214
212
Øktur føroyskur frøðinevnalisti
Extended List of Nomenclature in Faroese
Jens-Kjeld Jensen and Marjun Arge Simonsen
Føroya Náttúrugripasavn, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands.
Emails: jkjensen@post.olivant.fo; marjuns@kallnet.fo
Stig vórðu á heysti 2002 tikin til at bøta urn
føroyska frøðinevnalistan, tí vit mettu, at
tað var neyðugt at fáa hann øktan, so til bar
at fáa eitt neyvari uppbýti, tá ið djór ella
plantur skuldu staðsetast frøðiliga.
R. Rasmussen nýtti longu í Plantulæruni
(1910) hetta uppbýti: jylki, flokkur, hópur,
ætt, slekt og slag. Hesin listi hevur síðan
verið nýttur, eitt nú í Føroyskari orðabók
(1998), ið bólkar plantur og djór í ætt, slekt
og slag (sí Nýtsluleiðbeining á bls. 17).
Summar lærubøkur hava nýtt onnur frøði-
nevni, eitt nú í sambandi við djórafrøði. A
15. altjóða plantufrøðiligu ráðstevnuni í
1993 (sí Biology ofPlants, 1999: 264) varð
samtykt at nýta somu frøðinevni fyri plant-
ur og djór. Tískil er ikki longur neyðugt at
hava tveir ymsar frøðinevnalistar.
Tó er stundum neyðugt við fleiri mill-
umstigum, so møguligt er at áseta eina ney v-
ari taksonomi. Sum kunnugt linst ein nógv
longri og meiri útgreinaður listi á enskum
(sí t.d. Classification of Mammals. Above
the Species Level, 1998: 20), men vit av-
gjørdu at avmarka okkum til at byggja før-
oyska listan út við at leggja sub- og super-
heitini afturat.
Fyrsta uppskotið varð sent 18 lívfrøðing-
um og lívfrøðiáhugaðum, 2 málfrøðingum
og Málstovuni. Viðmerkingar komu inn,
og nógv samskifti og kjak varð, og ein-
støk frøðinevni vórðu broytt. Fyri at røkka
hesum máli, t.e. at fáa ein lista, sum øll
kundu vera nøgd við, var neyðugt, at øll,
sum umboðaðu tey ymsu frøðiøkini, slak-
aðu eitt sindur. Tó var semja um ikki at
broyta tey heitini, ið eru í listanum hjá R.
Rasmussen, tí hann hevur verið so leingi í
gildi, at hann varð mettur at hava vunnið
hevd. Men neyðugt hevur verið at sleppa
eitt nú grein og deild, ið hava verið nýtt í
einstøkum læru- og frøðibókum. Endaligi
listin er hesin:
Fróðskaparrit 51. bók 2004: 212-213