Fróðskaparrit - 01.01.1996, Blaðsíða 19

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Blaðsíða 19
23 Skaldslig søga ella søgulig skaldsøga Malan Marnersdóttir Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya, FR-100 Tórshavn, Faroe Islands Samandráttur Greinin snýr seg um samansetingina, frásagnarháttin og persónslýsingina í søguligu skaldsøguni ... hvørt við sínar náðir eftir D. P. Danielsen (1913-91). Víst verður á, at samstundis sum skaldsøgan ímyndar fyri lesaran- um, hvussu tey kunnu hava livað í eini niðursetubygd í fyrru helvt av 19. øld, viðger hon áhugamál og hugsjónir í seinnu helvt av 20. øld. Abstract In this article are analyzed composition, narrative style and character drawing in the historical novel ...hvørt við sínar náðir by D. P. Danielsen (1913-91). Also is de- monstrated that in spite of the intention to stimulate the reader’s imagination of the way of life of a group of peo- ple in a new-founded settlement in the early 19th centu- ry, the novel actually deals with interest and ideas pre- vailing in the second half of the 20th century. Høvuðsevnið í hesi grein er skaldsøgan eftir D. P. Danielsen ... hvørt við sínar náðir (1990), ein søgulig skaldsøga um okkara tíð. Samansetingin, frásagnarhátturin og persónslýsingin verða lýst við atliti at tí søguliga, søgufrøðiliga og skaldsliga. Men fyrst skal verða greitt frá skaldsøguslagn- um »søgulig skaldsøga«. Søgulig skaldsøga Skaldsøgur kunnu verða skiftar í bólkar, eitt nú eru menningar- og búningarskald- søgur, ástarskaldsøgur, krimiskaldsøgur, kollektiv skaldsøga, »nýggja skaldsøgan«. Heitini sipa í summum førum til samanset- ingina í bókini eitt nú menningar- og bún- ingarskaldsøgan; í summum til gongdina, í »nýggju skaldsøguni« er t.d. eingin í van- ligari merking; ella til evnið ást, brotsverk osfr. Heitið á søguliga skaldsøgubólkinum sipar til tað umhvørvi og ta tíð, tá ið søgan fer fram. Søguligar skaldsøgur fara fram í eini fortíð, sum hvørki høvundur ella lesari hava livað í, og tær snúgva seg um ella nema við hendingar, sum søgufrøðin sigur frá. Á tann hátt er søguliga skaldsøgan bundin av tí, sum vísindaliga er fingið til vega. Hinvegin er tað serstaka við søguligu skaldsøguni, at hon kann skapa eina sann- líka tíðarmynd. Men sannlíkindini verða órógvað, um søgulig mistøk koma fyri. Eitt nú er tað ein tíðarvilla, at tey velta epli í søgu, sum fer fram áðrenn tey vóru komin til landið sum í Adalin (1978) eftir Odu Pedersen, ella tá Mette Winge letur kvørk- veggjur liva í stórbýi í Skriverjomfruen Fróðskaparrit 44. bók 1996: 23-42
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130
Blaðsíða 131
Blaðsíða 132
Blaðsíða 133
Blaðsíða 134
Blaðsíða 135
Blaðsíða 136
Blaðsíða 137
Blaðsíða 138
Blaðsíða 139
Blaðsíða 140

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.