Fróðskaparrit - 01.01.1996, Page 31

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Page 31
SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA 35 støðu millum søgupersónarnar. Bara tey bæði hava forfedrar, sum eru umrøddir. Nólsoyar-Páll var »næsti skyldmaður« Pálls (bls. 150) og Oluva er av prestaætt og hartil av danskarir ætt (bls. 92). Óluva er harafturat lýst við einum dreymi: Oraman hevði sagt, at einaferð hevði hon droymt hana. Tað var, áðrenn hon giftist við Jákupi. Hon sá Oluvu sita á einum stórum kletti niðri í fjøruni. Tá kom eitt stórt óløgi. Tað var so stórt, at tað skolaði yvir allan klett- in. Men tá óløgið var av, og kletturin kom undan aftur, tá sat Oluva enn á klettinum. Oskalað. Men ber. Ikki ein klædnatráður á hennara kroppi. Óløgið hevði skolað øll klæðini uttan av henni. Og nú var morgun. Omman visti ikki, hvat tað kundi vera. Men tað vendi eystureftir. Men tað vendi eystur- eftir. Og tað vendi bygdin hjá teimum ikki. Tíðliga á vári mátti tað vera. Ella helst á miðj- um vetri. Tí tá óløgið var av, kom sólin und- an úti í havsbrúnni. Eysturhiminin var allur sum av reyðargulli. Og ein gullglæma litaði sjógvin. Úr sjálvum sólareyganum og heilt inn móti klettinum, har hon sat. (Bls. 62.) Henda symbolska lýsingin av lagnu Óluvu (sí eisini bls. 109, 243 og 246) ger, at hon stendur fyri seg. Ikki bara hevur hon eina ævisøgu, sum eingin hvørki kona ella mað- ur í bygdini, men eisini tí sinnalagið er, sum tað er. Hon hevur tað fyri at tala í myndum - hvør menniskja er ein bók (bls. 104, 141, 146) - og hon ger nógv burtur úr at tosa við børnini og Páll um sálina. Óluva er við øðr- um orðum lýst sum ein hugsunarsamur og samansettur persónur, hon er heil. Hon tyk- ist heilari enn Páll, tí hon er inniligari lýst enn hann og eingin ironi er í lýsingunum av henni. Dreymurin og hugleiðingamar hjá frásøgufólkinum um Óluvu (t.d. bls. 109) avdúka ein serligan tokka teirra millum. Óluva skarar fram úr. Hinar konurnar hava hvør við sítt eina eyðkenni ella bæði tvey, tær standa meira ella minni á jøvnum føti sum vanligar konur. Konualmenni Tað ber til at tala um eina almenna skipan og eina kynjaskipan í bygdini. Menninir mynda almennu skipanina. Ovast stendur Pløyen - og embætisvaldið annars - ovast í bygdini er Dánjal, og Hálvdan stendur hon- um við lið. Undir teimum koma Bartal, Óli, Páll og Jákup sum teir vanligu bygdar- menninir hvør við sínum lýtum og dygdum. I hesi skipan standa konurnar undir liðini á monnunum. í kynjaskipanini standa menninir yvir konunum at síggja til, men handan almennu og sjónligu skipanini er ein onnur, har kona er yvir manni, og hann er mettur sum barn. Meðan tey sigla á Nesi, menn og konur í sama báti, heldur frásøgufólkið fyri Mannfólkaprát og konufólkaprát. Tað fær ikki verið í somu stovu. Og tíansheldur á báti. (Bls. 55.) Og seinni: Nú røkk tosið ikki longur enn til tann hend- ingartóma gerandisdagin. Og. Ja, tey bæði kynini. Tey høvdu sjálvandi verið alla tíðina. Men nú var tað næstan, sum at alt var farið í tvíningar. Tvinni tungumál, ið nóg illa skiltu hvørt annað. (Bls. 104) Tá ið fyrsta stríðið at stovna bygdina er lok- ið, kemur stríðið millum menn og konur
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.