Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 50
58
Halgigongu-krossur úr Kirkjubø
kønur, at hann 1782 í roknskaparbókini beint fram sigur: lidet
Træ Kors med Messing Beslag fra Pavedømmets Tiid1V.
Vit fara nú eini 100 ár fram í tíðina til 1874. 1 kirkju-
búnaðarlista verður tá umtalað: 1 Korsbillede, men einki orð
um henda her umrødda krossin11.
Eg fati nevnið »Korsbillede« sum Kristmynd, ið er ætlað at
hanga á krossi. Sovorðnan kross, ið vanliga verður kallaður
krucifiks, t. e. Kristus negldur á krossin, havi eg givið serheitið
Krist-kross fyri at skilja hann frá øllum øðrum krossum.
Um henda í 1874 nevnda Kristmynd er tann sama sum V. U.
Hammershaimb, próstur (1867—1878) umtalar í brævi sínum
til Ministeriet for Kirke- og Undervisningsvæsenet, dags. 14.4.
18756, og tann »116 cm høga Kristmyndin«, sum er á savni
okkara (Fms. snr. 241) man vera óvist, tí at tað sýnist sum at
kirkjan hevur átt tvær. Sí Fróðskaparrit 24. bók, bls. 85.
Harafturímóti tora vit at siga, at tann krossur, sum hann í
sama skrivi greiðir frá við hesum orðum: »Et Kors belagt med
tynd Kobberplade (beskadiget)«, púra vist er tann, ið her verð-
ur viðurgjørdur6.
Tá ið kirkjan 1874 varð umbygd, var neyðugt at tøma hana,
og allar ognir hennara vórðu sendar til Tórshavnar, har ið tær
fyribils vórðu goymdar í »Lagtingets Udvalgsværelse, hvor de
forøvrigt ikke kunne blive staende længere end til Lagtinget
træder sammen sidst i Juli«, sum teir Finsen, amtmaður og
Hammershaimb, próstur, taka til í skrivi til kirkjumálaráðið
summarmáladag 1875. Kirkjumálaráðið sendir málið til Direk-
tionen for Museet for Nordiske Oldsager, nú Nationalmuseet í
Keypmannahavn, og tað svarar, at tað fegið tekur ímóti
nøkrum av gripunum, millum annað krossinum, og gevur kvitt-
an fyri móttøkuna tann 27. februar 1876.
Lýsing krossins.
Skrásettur verður hann á nevnda savni, og fekk savnsnr.
D 1150. Her skal bara verða endurtikið lítið brot úr skrá-
setingarbókini: