Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 98
106
Navnagávan á føroyskum miSum
Om Meed og Fiskebanker í verki hansara Indberetninger jra
en Reise i Færøe 1781 og 1782, sum fyrst varð prentað i okkara
øld.5 Felags fyri bæði miðasøvnini hjá Svabo er, at eingi ýti
eru nevnd í sambandi við miðini, og man hetta helst vera eitt
úrslit av, at hann ikki hevur fingið ýtini á teimum frá miða-
monnunum. Fietta minkar eyðvitað um navnafrøðiliga keldu-
virðið á søvnum hansara, men málfrøðiliga hava tey kortini
stórt virði, við tað at rættskriving hansara liggur reiðiliga nær
við framburðin av nøvnunum.
Tær fyrstu føroysku miðabøkurnar, ið vit vita um, eru úr
19. øld, og tann elsta varðveitta man vera ein, sum er skrivað
við einum avbrigdi av rættskrivingini hjá Svabo. Fienda miða-
bókin er úr Kollafirði og skrivað av einum av bóndunum við
Sjógv.6 Aðalmunurin millum miðasøvnini hjá Svabo og miða-
bøkurnar er, at søvnini hjá Svabo eru meira ella minni lands-
yvirlit, meðan miðabøkurnar eru yvirlit yvir miðini hjá einari
einstakari útróðrarbygd saman við ýtunum á teimum og eru
ætlaðar monnunum har til hjálp í útróðrinum. Slíkar miða-
bøkur vóru ættarogn, sum gingu frá faðir til son, og tí ikki
latnar til óviðkomandi, sum kundu ræna miðini. Navnafrøði-
liga hava miðabøkurnnar eitt stórt kelduvirði, men staðanavna-
granskararnir hoyrdu leingi til teir óviðkomandi menn, sum
ikki kundu fáa atgongd til hesar bøkur, uttan so at teir hoyrdu
til ættirnar, sum áttu tær. — 1 einari -miðauppskrift úr Fiavn
frá okkara øld er upplýst, at siður var at loyna tvær bøkur
eins væl: miðabókina og vísubókina.7
Tá ið vit skulu meta talið á teimum fyrstu miðabókunum,
mugu vit hava í huga, at skrivingarkynstrið gjørdist ikki al-
mannaogn í Føroyum fyrr enn í teimum seinastu tíggjuárunum
av 19. øld tá skipað varð fyri almennari skúlagongd. Tað hevur
tí undan hesari tíð helst verið bara onkur einstakur útróðrar-
maður, sum hevur verið førur fyri sjálvur at skriva upp miðini.
Ein annar meinbogi, sum óivað hevur eisini forðað uppskriving
av miðum í 19. øld í Føroyum, aftaná at skúlin var komin,
var, at við tvørrandi undirvísing í føroyskari rættskriving bar
tað illa til hjá almenninginum at festa nøvnini á miðunum og