Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 55
Halgigongu-krossur úr Kirkjubø
63
Nærri tíðarfesting er ivasom, men at hann er miðaldarligur
er vist, og við fyrivarni man vera beint at siga hann vera frá
umleið 1400.
Flestu altar-krossar, um ikki allir, vóru ætlaðir at verða
sæddir frammanífrá og vóru tí vanliga serliga skrýddir á fram-
síðuni. Hesin krossur hevur eins vøkur serkend skreytprýði
bæði á framsíðu, baksíðu og liðum. Tað kann tí helst vera
prógv um, at hann er tilætlaður halgigongu-krossur. Hann
skuldi vera eins prýðiligur bæði aftan og framman, tá ið hann
í skrúðgongu varð sýndur millum manna.
Krossburðardagar vóru fyrr og eru tað enn eftir katólskum
siði serstakar kirkjuligar stórhátíðir og messudagar. Stundum
gingu fólk eisini berandi kross um akrarnar, á vári við bøn
til- Guðs um signing yvir gróðurin, á heysti við tøkk fyri
grøðina ,,T.
Hátíðarligir krossburðardagar vóru, sum vera man, kross-
messudagur, 3. mai, og tann dagurin, sum enn í álmanakka
okkara eitur »Dýrd krossins«, 14. september. Báðir hildnir til
áminningar um, at heilagi krossurin varð afturfunnin.7
Týdningarmiklir hjá fólki yvirhøvur vóru gangdagarnir.
Fyrsti gangdagur var biðidagurin, Markusarmessudagur, 25.
apríl, og teir sonevndu »síðari gangdagarnir«, ið vóru mána-
dagur, týsdagur, miðvikudagur fyri Kristi himmalsferðardag.
Um hesar seinri nevndu ljóðaði í forðum fyriskipanin: »Gang-
daga helgi scal sva hallda at vinna scal daga III til middags«5.
Síðan skuldi kirkjufólkið savnast við kirkjuna og við presti,
krossum og sakramentum á odda syngjandi ganga halgigongu
uttan um kirkjuna, áðrenn farið varð í kirkju.1
Somu siðir vóru ivaleyst hildnir í Føroyum eins og aðrar
staðir í miðøldini. Gomlu heitini á hesum og flest øllum halgi-
og mishalgidøgum hava jú hildið sær livandi hjá fólki okkara
allar tíðir og gera tað enn.
Halgigongukrossur hesin er, sum sagt, úr Kirkjubø. Har var
biskupssetrið, og hann er besta prógvið fyri, at har ið hvussu
er, hava teir, biskupar, prestar og onnur, gingið skrúðgongu
í kirkju og úr kirkju.