Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 115
Brestingur
123
í Føroya kvæ'bum, Corpus Carminum Færoensium, er prent-
aður sum nr. 205 ein táttur, ella kanska heldur brot av einum
tátti, ikki fleiri enn 6 ørindi í tali. Hann hevur navnið Stelka-
táttur eftir einum persóni í táttinum, Stelki nevndum.* 4 Tátt-
urin er bert til í einari uppskrift, ið Gudmundur Effersøe
(1827—1916), hevur skrivað. Handritið sum tátturin stendur
í hevur heitið Færøeske Quájir, Ruimir o Tottar. Skrivað er
afturat við hond Hammershaimbs: »ved Sysselmand G. Effersø
i Vestmannhavn lS^ó®.1) Hetta er misskilningur. Gudmundur
Effersøe gjørdist ikki sýslumaður fyrr enn 1851, og tá í Suð-
uroy, har hann var tað, ið eftir var av ævini. Móðirin var av
Heygum, men hann var borin í heim í Havn. Eitt stutt skifti
búðu tey í Vestmanna. Manntøl 1840, 1845 og 1850 sýna, at
faðirin Jón Guðmundsson Effersøe búði í Havn, har hann
starvaðist sum roknskaparmaður hjá kongliga handli.2) Gud-
mundur sjálvur hevur verið skrivstovumaður hjá sorinskrivar-
anum — handskrift hevur hann havt framúr vakra. 1847
keypir hann Mettustovu í Havn. Tí eru øll líkindi til, at hann
hevur verið staddur í Havn, tá ið hann hevur skrivað hand-
ritið. Málið í handritinum ber eisini til sjóndar, at havnar-
maður hevur hildið um pennin.
Stelkatáttur verður her prentaður beint eftir handritinum
við óbroyttari stavseting. Tó eru ørindini sett fýrreglað.
8. Stelka Tottir:
Nieleaje: Arliur Menn
Dans skulla vid fremja,
er ikki Deavir en,
arlobiun (!) veal. —
1. Stelkir feer ettir Mølene
vi suin kjuikka Svuira,
‘) Arnamagnæanske Institut, Kbh. Hammershaimbs Samlinger Acc.
4 C II.
!) Munnligar upplýsingar frá John Davidsen, fyrrv. lærara, Tórshavn.