Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 102
110
Navnagávan á føroyskum miSum
Chr. Matras upplýsir í doktararitgerð síni um staðanøvnini
í NorSuroyggjunum, at mið verSur har eisini nýtt í nøvnum á
seiðabergsplássum. ViS taS at henda nýtsla av mið ikki er
kend aSrastaSni, er taS mest líkt, at hon er ung og ætlaS skemt-
andi ella rósandi.13
Millum føroysk nevni á fiskiplássum á sjónum verSur mið
helst nýtt um pláss viS góSum ella regluligum fiskiskapi. OrSiS
skilir seg í so máta frá øSrum fiskipláss-nevnum sum t. d. strát,
plinkur/plinki, pass og repp, har botnsvíddin og fiskiskapurin
eru yvirhøvur minni.14 Seinastu fiskipláss-orS tykjast ikki at
vera kend uttan fyri Føroyar, og vit kunnu tí heldur ikki rokna
viS, at tey eru so gomul í føroyskum miSanøvnum.15 OrSiS
strát stavar upphavliga frá latíni, t. e. (via) stráta, sum er
tikiS upp í germansk mál og hevur har fingiS ymiskan form,
eitt nú nýhátýskt strasse, nýenskt street og nýføroyskt stræti
(sbr. norr. strati). Okkara formur strát kann vera komin óbein-
leiSis ella beinleiSis inn í føroyskt úr lágtýskum ella hálendsk-
um (sbr. hálendskt straat), tó at eg ikki havi funniS okkara
merking har. Eisini kann nevnast at orSiS pass kemur upphav-
liga av latínskum passus, sum gjøgnum franskt er lænt inn í
germansk mál viS merkingum sum stig, trong gjøgnumgongd,
smalur vegur. Merkingarbroytingin í føroyskum til fiskipláss
kann samanberast viS strát, strceti og leið. — OrSiS stræti
kemur bara fyri í navninum Miðstrætini (Fámjin), sum er ein
størri fiskileiS millum inn- og útmiS.
Tó at orSiS leið kann viShvørt í nøvnum á føroyskum fiski-
plássum nýtast um eitt einstakt miS, merkir taS vanliga eitt
víSari sjóøki har fiskaS verSur. OrSiS kann brúkast antin
ósamansett ella í samansetingum sum miðaleið ella rákaleið.
Ókent er í livandi føroyskum máli at orSiS ferð kann í ósaman-
settum formi hava merkingina leið, vegur, sum dømi er um í
fornnorrønum máli. Hesa merkingina finna vit í samanset-
ingini miðaferð í navninum Miðaferðin (Bø í Vágum) á eini
størri fiskileiS, og tykist samansetingin viS øSrum orSum at
svara til miðaleið aSrastaSni.
Sum orSiS rákaleið vísir, hevur streymurin eisini gjørt vart