Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 113
Brestingur
Um ein tátt og aldur hansara, og eitt mansnavn
Eftir Jóhan Hendrik W. Poulsen
Táttayrking er, eins og alkunnugt er, ein serføroysk grein
runnin út úr hinum forna kvæðaskaldskapinum, sum hevur
víðari ræsur um NorSurlond og aSrastaSni. Her verSur sum
vera man hugsaS um tátt í merkingini háS- ella spottkvæSi yrkt
til at revsa býttisskap og dáragerSir. Um aldur á táttayrking
verSur lítiS sagt viS vissu. Her sum aSrastaSni svíSur heimilda-
skortur at granskingini. Heimildir úr 17. øld, iS annars um-
røSa dans og kvøSing, eru tigandi um tættir.3 14 Fyrstur at
skriva upp tættir og lýsa nýtslu teirra og siSir í sambandi viS
teir er Jens Chr. Svabo.13 Elsti táttur, sum higartil er vitaS um,
er Ánaniasartáttur, eftir søgnini yrktur í Sunnbø um ár 1700.9
Teir, sum skrivaS hava um táttayrking, halda at hon er væl
eldri. Chr. Matras tekur soleiSis til í bókmentasøgu síni: »í 17.
øld kom upp ein skaldskapargrein, sum bert er føroysk, taS er
táttayrkingin. Kanska er hon eldri, vit vita einki um taS,
uttan um ár 1700 hava menn yrkt tættir, sum enn verSa
kvødnir á gólvi, og teir tættirinir eru ikki teir fyrstu, iS yrktir
vórSu9«. í grein síni »Skaldskapur av mannamunni« tekur
hann ikki fult so varisliga til orSa um aldurin: »Hóast einki
dømi er til í uppskriftum, sum eldri eru enn 1700-taliS, man
tílík yrking vera nógv, nógv eldri9.« Jóannes Patursson er eisini
fullvísur í, at táttayrking er forn. 1 formælinum til Táttabók
I skrivar hann: »Av tí, iS frammanundan er frágreitt, mugu
vit hugsa okkum, at táttayrkingin í Føroyum er eins gomul og
9 — Fróðskaparrit