Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 54
62
Halgigongu-krossur úr Kirkjubø
um, at samsvarandi kullur sum tær á baksíðuni eisini hava
verið her.
Tá ið Hammershaimb í fyrr nevnda skrivi sínum sigur
krossin vera »beskadiget«, sipar hann óivað til at kopar-
pláturnar hesumegin á krossinum eru flusnaðar av tvørtrænum
og eitt lítið sindur av sjálvum krossstavinum, tí at annars er
krossurin sera væl varðveittur.
At niðari endi á krossstavinum er serliga innskorin og til-
evnaður sum tappur ella fótur er greitt, men til hvørs? Bein-
leiðis festingarhol eru ikki at síggja, í minsta lagi nú, og heldur
eingin broddur niðast sum til dømis á tí koparkrossi (f)jms.
4811), ið avmyndaður er í bók Kristjáns Eldjárns3.
Men fóturin á krossi okkara er so mikið marvaður í niðara
enda, at har kunna hava verið bæði seymhol og broddur fyrr.
Tó sigur hesin tappur frá, at krossurin hevur staðið í einum-
hvørjum; tað kann hava verið á altari ella á eini stong. Ein
høvuðsgripur í øllum kirkjum og bønhúsum var áður, og ofta
enn, krossurin á ella uppi yvir altarinum. Men altarkrossar
vórðu mangan settir á stong og bornir úti í serligum førum5,8;
tí er mangan torført at gera av, um krossur við fóti ella tappi
er altarkrossur ella halgigongukrossur.
Beint frammanfyri var nomið við, at eingi festingarhol eru
í tappinum á krossi okkara, sum vit skuldu væntað, um hann
í roynd og veru er ein halgigongukrossur.
Men neyvan skuldi verið neyðugt at fest so lítlan kross við
seymi hvørki á altar ellar burðarstong. Aðrir hentari mátar eru
væl hugsandi, serliga um sami krossur skuldi verða nýttur í
fleiri førum. Um menn høvdu stong, ið var hóskandi breið í
erva, mundi vera fult so lætt og trygt at nýta hólkar í staðin
fyri seym. Hetta má kortini ikki vera tikið fyri meira enn
hugsan, ið tó kann vera á góðari leið.
Við tí í huga, sum fyrr er tilskilað, at Winther metir krossin
vera frá »Pavedømmets Tiid«, og at Hammershaimb sigur hann
vera koparklæddan, meðan allir hinir eldru frásøgumenn halda
hann vera messinglagdan er freistandi at gita, at krossurin upp-
runaliga var gyltur, og at tað fyri einum 200 árum síðan cnn
sást farvegur eftir gylling.