Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 185
Glacial striae, roches moutonnees and ice movements
193
Waagstein, R. & Rasmussen, J. 1975: Glacial Erratics from the Sea Floor
South-East of the Faeroe Islands and the Limit of Glaciation. Fróð-
skaparrit 23, 101—119.
ÚRTAK
Flestar ritgerðir um glersetingarjarðfrøði Føroya eru frá seinastu øld.
Hildið verður at Føroyar vóru eitt glersetingarøki fyri seg, tí ísskøvur og
seyðagrót vísa út í allar xettir, og einki ísborið fremmant grót er funnið
í oyggjunum. Isskøvur eru ikki sæddar oman fyri 500 m og gitt varð ti,
at ísurin hevði ikki rokkið longri upp. Kanningar seinastu árini hava víst,
at ísurin í landsynning úr Føroyum hevur ligið um allan landgrunnin.
Greinin snýr seg um kanningar av ísgongdini í Suðuroy.
Skøvut hella (ísskøvur) og avbrýndur klettur (seyðagrót) eru merki
eftir ísi, har hann er farin um eitt landslag. ísgongdin í Suðuroy er vorðin
kannað við at geva hesum merkjum gætur, og eru tær einstøku eygleið-
íngarnar av ísskøvum og seyðagróti settar upp í yvirliti. Ættin, sum
nevnd er í sambandi við seyðgrót, er tann ættin, ísurin er gingin í.
Úrslitið av kanningunum er, at Suðuroyggin í hvussu so er í seinastu
ístíð hevur verið egið glersetingarøki, og at meginísmarkið, markið millum
ísin, sum gekk vestureftir og ísin sum gekk eystureftir, hevur ligið nær út
ímóti vesturstrondini. Ismarkið hevur ligið eitt sindur eystan fyri vatns-
markið, ið nú er; tað er á kortinum avmerkt sum feit reyð strika og ørvar
vísa ísgongdina báðar vegir. Merki eftir aðrari ísgongd — frá einari eldri
ístíð — eru ikki sædd; tað verður tí hildið at ísurin gjøgnum alla ís-
øldina er farin um eitt landslag, sum líkt var landslagnum nú er.
Sjá annars hjálagda kort yvir ísgongdina í Suðuroy.