Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 110
118
Navnagávan á føroyskum miðum
eisini dømum um skemt. Ikki vóru menn líka hugagóðir á út-
róðri, tá lítið var at fáa, og fyri at ugga seg kundu teir fáa
andøvsmannin at kvøða fyri sær. Um miðið Dáran (Hovi)
verður sagt at tað varð funnið í einari slíkari stund, meðan
andøvsmaðurin kvað hetta ørindi úr Húgvutátti:
Kongur beyð mær ríkið hálvt,
kúgv á hvørjum ári,
ikki vildi eg mína húgvu selja,
tá var eg ein dári!
VIÐMERKINGAR
1. Støðið undir greinini er ein fyrilestur, sum eg helt várið 1967 í Havn
eftir innbjóðing frá Fróðskaparsetrinum, men sum eg her havi broytt
nakað.
2. Sbr. Magnussen og Nolsøe 1947 s. 4.
3. Sí kortini Páll J. Nolsøe 1955 s. 27 har Friderich von Gabel í 1698
áleggur Niels Zachariasen Eide at savna upplýsingar um øll fiskimið
»fire Mil nær omkring Landet og længere i Søen.«
4. Pr. í: Det almindelige Danske Bibliothek (etc.) 3. bd., hefti 11, s.
239—49.
5. Sí útgávuna hjá N. Djurhuus 1959 s. 86—92.
6. Eftir upplýsing frá Andreas Djurhuus (Andrias kollfirðingurin, f. í
Kollafirði 1891), Havn, er henda miðabók skrivað av langabba hans-
ara Jens Henrick Djurhuus (1799—1892), bónda við Sjógv.
7. 1 pappírunum hjá Niels C. Rein (Nils hjá Pedda), Havn, eftir upp-
lýsing frá Niclas á Dunga, Havn.
8. Søvnini eita: Mið, plinkar og ýti 1947, Bøleiðin 1959 og kap. Mið
og plinkar í Sandavágs søgu 1963 s. 257—62.
9. Sí grein mína Innsamling av fiske- og folkevisetradisjon pá Færøyane,
pr. í: Fáltarbetet (etc). 1968 s. 151—63.
10. Við høvuðsorð skilst her tað sama sum við grunnord/grundord (no.,
sv., da.) í einum staðanavni.
11. Sbr. Hovda 1963.
12. Nøvn sum Føroyabanki, Suðuroyarbankin, Sandoyarbankin, Nólsoyar-
bankin og Fugloyarbankin sipa til størri fiskipláss uttan fyri ta gomlu
útróðrarleiðina, sum her er talan um.
13. Sbr. Matras 1933 s. 206.
14. Viðv. merkingunum í strát, plinki, plinkur og pass sí Føroysk-donsk