Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 121
Brestingur
129
falsformur av vørrur.1) Orðafellið leggja út vørr er ikki aftur-
funnið í nútíðarmáli, men føroyska-danska orðabókin hevur
leggja ein vørr í ‘gøre et kraftigt tag med áren’. Tað kundi
verið, at her er onkursvegna blandað við orðasambandið leggja
út árar. Rímorðið við vørr í 4. reglu fær ikki verið annað enn
sperr, ið ikki gevur meining beinleiðis, uttan tað er at skilja
sum óregluligur (styttur) 3. persónsformur í eintali av sagn-
orðinum sperra. Hvussu er ella ikki, so er hetta eitt prógv
afturat um, at tátturin er yrktur í Sandoynni (ella Skúvoy)
tí eyðkent er fvri málið har, at ø verður avvarrað; hetta eyð-
kennið er nú horvið, men helt sær longst í Skúvoy.
Brestingur okkara er einnevndur í føroyskum heimildar-
ritum. Hvat navn er hetta? Er tað skírnarnavn ella bert eyk-
nevni? Endaligt svar fæst neyvan, her skulu bert verða nevndir
tveir skýringarmøguleikar.
Áður í tíðini var reiðiliga vanligt at eyðkenna fólk sum
ættað frá ávísum manni við navni, ið avleitt var av faðirs ella
forfaðirs navni við eftirfestinum -ingr (við hvørt -lingr) ella
-ungr (patronymikon). Á tann hátt komu upp ættarnøvn, sum
Sturlungar (<SSturla) og Hildingar (<(Hildir). í eintalssniði
kundu tílík nøvn sum frá leið gerast skírnarnøvn. Soleiðis eru
t. d. hesi nøvn íkomin: Brettingr (<iBrattr), Kollungr (<CKollr,
Kolli), Lýtingr (<LLjótr) o. fl. Eftir sniðinum at døma kundi
so statt Brestingur verið eftirkomaranavn runnið av navninum
Brestir, ið kunnugt er úr Føroyingasøgu. Hetta er tilgiting, ið
hvørki ber til at prógva ella mótprógva — heimildartilfar
trýtur.
Annar møguleiki er, at Brestingur beinan vegin er eyknevni
ella viðurnevni av fyrstu tíð. í Droplaugarsógu er kona nevnd
Rannveig brestingr, sum kann ætlast at hava livað í 10. øld.5
Lind heldur at hetta viðurevni »ár vál en avledning av m.
brestr i nágon av dess olika betydelser.«7 Ætlandi kann tað
eisini vera avleitt av sagnorðinum bresta. Sum eyknevni er
*) vørr kvk. (við støð ella bátadrátt) er eisini hugsandi her, men hóskar
valla í samanheinginum, sum ørindaskipanin er.