Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 119
Brestingur
127
MaSurin gleið, og ryssan meig,
alt gekk eftir hæli [heali].
»Ojanmeg« ['oijan^me:], sum Skreppingur segði,
»nú skiljist eg frá Dali.«
MN: Hvar fór hann so?
DJJ: Tá fór hann til Hovs, og hann kom ongantíð aftur.
Hann var niðuri í handlinum og keypti korn, og kom
hann inn aftur og datt á roykstovugólvinum. Soleiðis
doyði Pól á Miðgeri.w1)
Her er annað navn, Skreppingur, komið í staðin fyri nøvn-
ini Endi ella Brestingur. At ørindi er komið norðan um fjørð
sæst av ríminum hæli:Dali.
í stuttsøguni »Kúgvin« eftir Martin Joensen stendur hetta:
».... og endiliga skiltust maður og kúgv frá dali.*1
Her eru orð Enda, Brestings ella Skreppings loyst heilt frá
uppruna sínum og eru vorðin eitt tiltak, eitt orðafelli við sjálv-
støðugum gildi. Støðan er tann, at maður fer av stað við kúgv,
sum hann hevði keypt í bygdini. Eg spurdi Niels Mørk, Sand-
vík, (f. 1895), gjøgnum telefon 21. febr. 1977, um hann komst
við hetta ella líkt tiltak. Hann svaraði játtandi. Tá ið sagt
varð um tveir t. d., at »teir skiltust frá dali«, varð meint, at
teir fóru ikki at hittast aftur í bræði. Maður kundi t. d. siga
við mann, ið hann ikki hevði sæð leingi, sum hevði verið leingi
burtur: »Tað er langt síðan okur skiltust frá dali.«
Tað er eyðsæð, at hetta tiltak man vera runnið frá Stelka-
tátti, men hetta samband tykist vera gloymt yvirhøvur. Niels
Mørk segði seg einki vita um upprunan at hesum tiltaki.
Valla verður tað fullprógvað, men øll líkindi eru til, at
Brestingur í Stelkatátti og tann Brestingur, ið er faðir at
*) Mortan Nolsøe hevur hetta ørindi frá faðir sínum Johan Nolsøe,
Vági (1884—1952); tað tykist hava eitthvørt samband við umrødda tátt:
Skreppingur hæt báturin,
ið kornið førdi úr Dali,
skræpan leyp á meldurfret,
áðrenn tað var malið.