Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 105
Navnagávan á føroyskum miðum
113
II.
Annar og størsti navnagávutátturin í føroyskum miðanøvn-
um hevur samband við uppkalling eftir støðum á landi, sum
verða nýtt sum ýti, ella sum fiskiplássið liggur í nærleika av.
Henda navnagávureglan er kend um øll Norðurlond og enn
víðari, og kunnu vit tí rokna við, at hon í Føroyum er líka
gomul sum útróðurin har.
Áðrenn siglingartól sum kort og kumpass vórðu tikin í
brúk av útróðrarmonnunum, var øll staðfinning á sjónum í
fiskiskapi og sigling bundin av, at landið var í eygsjón, tí uttan
fyri hetta sjónarmarkið var tað at kalla ógjørligt at reka
nakran regluligan fiskiskap á ávísum leiðum. Skuldi ein finna
fiskiplássið aftur, mátti ein hava landið at miða seg eftir.
Útróðurin var eisini avmarkaður á annan hátt sum t. d. av
náttarmyrkrinum, sum fjaldi ýtini á landi, og nyttaði tað tí
ikki útróðrarmonnunum at royna fiskiplássið, áðrenn tað var
miðaljóst.
Frá gamlari tíð hevði hvør føroysk bygd gjarna fiskileiðir
sínar á sjónum nærhendis bygdini, og var tað gamal bátssiður
bygdanna millum ikki at rógva inn á leiðirnar hjá granna-
bygdini. Hesin siður gjørdi samstundis, at kunnleikin um staða-
nøvnini á landi var fyrst og fremst bundin at heimbygdini hjá
útróðrarmonnunum. Tá ið útróðrarmenninir tóku ýti av land-
inum uttan fyri bygdamark sítt, var kunnleiki teirra um staða-
nøvnini har ikki so álítandi, og máttu teir tí ofta gera sær
nøvn, sum kundu staðlýsa ýtini har á bestan hátt. Ein má
eisini hava í huga, at landið skiftir dám, so hvørt sum ein flytir
seg burtur úr stað á sjónum, og at útróðrarmenninir mugu tí
finna nýggj nøvn fyri tí skiftandi landslagi, sum teir síggja frá
miðunum. Nøvnini á ýtunum verða tí til ikki bara við upp-
kalling eftir gomlum staðanøvnum á landi, men nógv nøvn á
ýtum eru nýgerð útróðrarmansins og hava tí sína røttu nýtslu
bara á sjónum í sambandi við útróður og ferðan har.
Tá ið útróðrarmaðurin skal taka ýti av einum nýfunnum
miði, ræður tað um, at hann velur pláss á landi, sum síggjast