Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 145
Knappligar broytingar í sjóvarhitanum við Føroyar
153
viS eysturkantinum á landgrunni okkara. Um meldrarnir slita
seg leysar frá tílíkum tungum har ella verða gjørdir longri
norðuri, vita vit ikki.
Samandráttur
Niðurstøða okkara er, at meldrarnir av køldum sjógvi, ið
hava sín uppruna norðan fyri Pólfrontin, reka inn á landgrunn
okkara. Helst bera teir við sær annað, sum eyðkennir sjógvin
norðan fyri frontin, serstakliga æti. Tað at hesir meldrar
koma serliga ofta um veturin (8. mynd) bendir á, at Pólfront-
urin kanska er nærri okkum ta tíðina. Um teir hava nakra
ávirkan á hitan (og saltnøgdina) á landgrunninum sum heild,
er ilt at siga. Um teir eru nóg nógvir og um teir blandast
hampiliga væl við restina av sjónum, áðrenn teir náa at reka
av aftur landgrunninum, so køla teir sjógvin sum heild. Hetta
kundi verið ein orsøkin til, at sjógvurin á landgrunninum ofta
er væl kaldari (og minni saltur) enn sjógvurin rundanum (1.
mynd). Aðrar grundir kunnu tó eisini vera, og samantikið má
sigast, at fleiri mátingar mugu til, áðrenn greitt verður, hvønn
týdning hetta fyribrigdi hevur.
Summarið 1976 vórðu gjørdar mátingar frá Smyrli av sjóvar-
hitanum á leið hansara úr Islandi til Føroya. Vit skulu nýta
høvið at takka teimum á brúnni á Smyrli, sum gjørdu hesar
mátingar. 18. mynd vísir úrslitið av mátingunum. Ætlanin við
hesi roynd var júst at kanna legu og ávirkan hjá Pólfrontinum,
og arbeitt verður við at viðgera hesi tøl og bera tey saman
við hitamátingar av vatnskorpuni gjørdar við fylgissveini. Vit
vóna í framtíðini at kunna halda fram við tílíkum mátingum.
BÓKMENTIR
Smed, ].: Monthly Anoraalies of the Surface Temperature in Areas of the
Northern North Atlantic in 1962. Ann. Biol. Vol. 19, 1962.
Meteorologisk Aarbog 1915. Tillæg til 1 Færøerne 1940—1945 og Supple-
ment. (København 1951).
Hansen, B. & Meincke, ].: Eddies and Meanders in the Iceland—Faroe
Ridge Area (ikki útkomin enn).
Tait, ]. B. et al.: Temperature and salimity distribution and Watermasses.
Overflow »60«. Rapp. Cons. Int. Expl. Mer. Vol. 157, 1967.
11 — Fróðskaparrit