Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 56
64
Halgigongu-krossur úr Kirkjubø
Annað prógv íyri tí eru tær steinsettu gøturnar inni í kirkju-
garðinum, sum fornfrøðiligu rannsóknirnar hava fingið undan.
Niðan norður frá kirkjuni liggur ikki bara núverandi men
eisini forn gøta til portrið vestan fyri sethúsini, og haðan
bendir forna gøtan eystureftir innan fyri gamla kirkjugarðs-
garðin, allan vegin eystur móti landnyrðingshorninum, har ið
tað vísti seg fyrr hava verið eitt annað portur.
Eftir hesum gøtum og um hesi portur bar teimum sera væl
til at ganga hátíðarligar skrúðgongur úr biskupsgarðinum oman
til kirkjuna, uttan um hana, og aftan á gudstænastuna niðan
aftur í biskupsgarðin.
Meir at siga eru niðan úr norðursíðuni á kirkjuni beint uttan
fyri kirkjudyrnar grundir av bygningi, sum Kommissionsbe-
tænkningen umtalar sum »Grundmuret Vaabenhus«4. Fyribils
rannsóknir hava sýnt, at hesar grundir trúliga eru eldri enn
vestari partur av teirri kirkju, sum vit kenna, tí at útnyrðings-
hornið stendur inn á sera snøgt og vandaliga steinsettan veg.
Hesin vegur varð funnin norðan fyri og vestan fyri so-
nevnda »vápnahúsið«, ið hevur dyr norðureftir, og tað vísti
seg, at hann er snøgt 220 cm breiður allar staðir uttan har ið
núverandi kirkjan er bygd inn á hann. Ein so breiður og vanda-
liga settur vegur kann ikki vera annað enn stórt tilætlað skrúð-
gongubreyt.
Halgigongukrossur okkara man vera smíðaður o. u. 200 ár
aftan á at henda breyt varð steinsett; men bæði eftir henni og
teimum gøtum, her frammanfyri er sagt frá, man hann
mangan vera borin fremstur í hátíðarskrúðgongum fagnaður
av leikum og lærdum: »Ave crux, ave spes unica; ver heilsaður
krossur, ver heilsað einasta vónin!
ÓPRENTAÐAR HEIMILDIR
I. Landsarkivet for Sjælland. Bispearkivet. Færøerne 1729, 1750—1850.
II. Landsskjalasavn Føroya. Roknskaparbók 1874.
III. Nationalmuseet 2. afd. København. Antikvarisk-topografisk arkiv.
IV. Regenskabs-Bog for Syderstrømøe Kirker 1782 ff. Skjalasavn Suður-
streymoyar prestagjalds.