Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 103
Navnagávan á føroyskum miSum
111
við seg í føroyskum fiskiplássnøvnum har fiskað verður fyri
rák. Hesin fiskiháttur er bundin at viðurskiftum á sjónum, tá
fiskurin ikki stendur til miðis. Orðið rák kann kortini einsa-
malt nýtast um einstøk fiskipláss, har ein rør til miðis. Dømi
um hesa nýtslu hava vit helst úr Norðoyggjunum, t. d. Húsa-
rákið. — Nevnast kann at í Noregi kann orðið rek, sum er
skylt við okkara rák, koma fyri í nøvnum einstøkum fiski-
plássum.16
í føroyskum miðanøvnum og helst í nøvnum á størri fiski-
leiðum finna vit orðið hav. Dømi um slík miðanøvn hava vit
bara úr Suðuroynni. Porkerningar hava soleiðis eitt mið heldur
uttarlaga, sum teir nevna Gamlahav, og vestanfyri á Suður-
oynni rógva fáminingar og hvalbingar á eitt tiltikið útmið,
sum teir nevna Hákunarhav. Hesi bæði dømini vísa, at orðið
hav hevur onkuntíð verið nýtt í suðuroyarmáli við umleið
somu merking sum havmið. Annars er tað vanliga, at orðið
hav verður í føroyskum útróðrarmannamáli nýtt um alla hav-
fiskileiðina hjá einari bygd ella hjá fleiri bygdum. Dømi um
hetta hava vit í nøvnum sum Sunnbiarhavið, Sandshavið, Dals-
havið, Húsvíkshav, Skálvíkshav, Vágahavið og Norðhavið. —
Seinasta navnið finnist eisini í navninum á einum plinki innar-
liga eystantil á Sandoynni, men er tað her helst at taka fyri
eitt skemtandi ella rósandi uppkallingarnavn. í fleiri bygdum
hava vit navnið Miðhavið sum navn á einum parti av hav-
leiðini.
Bæði í Hetlandi (sbr. de Fedeland háf, de Burra háf) og í
Noregi hava vit fleiri dømi um, at orðið hav verður nýtt har
í nøvnum á ávísum fiskiplássum. Henda nýtsla hevur gjørt,
at Per Hovda í nevndu ritgerð síni er komin til tað úrslit, at
orðið hav hevur í germanskum máli upphavliga merkt fiski-
pláss.17 Um henda upphavstýðingin er bein, er ein annar spurn-
ingur, sum vit ikki hava høvi til at viðgera nærri her. At orðið
hav finnist í nøvnum á norskum, hetlendskum og føroyskum
fiskimiðum og -leiðum má í hvussu er takast sum dømi um, at
henda merkingin kann vera sera gomul um ikki fult so gomul,
sum Hovda heldur.