Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 97
Navnagávan á føroyskum miðum
Eftir Mortan Nolsøe
Miðanøvn eru ein táttur av staðanavnagranskingini, sum
lítið hevur verið gjørt við. Evnið, sum skal røðast um í hesi
grein, er tí at líkna við eitt lendi, sum bara fyri ein part er
lagt undir haka.1 Henda støða hevur fleiri atvoldir. Sum tvær
kunnu vit nevna, at frá gamlari tíð hava miðini verið loyni-
ogn hjá útróðrarmonnunum, og at hesin siður hevur gjørt tað
torført at savna tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at
skilja navnagávuna á miðunum til fulnar. Staðanavnagransk-
ararnir hava tí heldur kannað staðanøvn á landi, sum heim-
ildarmenninir fegnir vildu greiða frá, og sum ikki eru dulsmál
sum miðini.
Broytingarnar, sum fram eru farnar í fiskivinnuni helst í
okkara øld, hava við øðrum vinnuhátti og verklagi minkað um
nyttuvirðið av miðunum. Hetta hevur samstundis havt við sær,
at útróðrarmenninir hava roynt miðini nógv minni og leggja tí
ikki longur so nógv í at dylja upplýsingarnar um tey. Henda
broytingin skuldi verið til bata fyri savningina av miðanøvn-
unum, men staðanavnagranskararnir hava verið seinir at skilja
hana. Miðamenninir sjálvir bera í dag lítlan ótta fyri at geva
upplýsingar um miðini, tó at teir rógva tey enn, tí teir vita at
ikki ber til hjá ókunnumonnum at leggja mið eftir bók.2
1 Føroyum tykjast menn at hava byrjað at skrivað upp miða-
nøvn í seinnu helvt av 18. øld.3 Her er Jens Chr. Svabo ein av
undangongumonnunum, og fyrsta miðasavn hansara Om Fiske-
banker og Meed, især de færøske varð prentað longu i 1779.4
Annað og størra miðasavnið hjá Svabo er tikið upp í kapitlið
8 — Fróðskaparrit