Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 187
Framløga av botnkorti út á 200 m dýpi
195
longdir út á 200 m dýpi, og 44 skurðir vórðu mátaðir afturat.
Staðfest varð við decca navigator og loran C. Norðanfyri,
næst landi, har decca royndist ikki væl, styðjaðu vit ok’kum
til radar og ýti av landi. Flestu dýpdartølini eru staðfest á
krossinum millum grønar og reyðar deccalinjur.
Til tess at fáa eina klárari mynd av botnskapinum er kortið
prentað í litum, soleiðis at liturin verður djúpari bláur, størri
dýpið verður. Litskiftið er fyri hvønn 30. m frá 50 m dýpi
út á 200 m. Millum dýpdarstrikurnar eru 10 m. Longdarmát
í km er avmerkt fyri breiddarstigini 60°30’, 61°00’, 61°30’,
62°00’, 62°30’, 62°46’ hvørt sær.
Hóast kortið ikki er eitt sjókort í vanligari merking, men
eitt botnkort ætlað framhaldandi jarðfrøðiligum kanningar-
arbeiði, er tað væl hugsandi, at tað kann vera hent í aðrar
mátar við; tí verður tað lagt fram longu nú.
Til kanningararbeiði okkara hava vit nýtt bátarnar »J. C.
Svabo« og »Dagstjørnuna«. Umframt føstu manningina hevur
fólk støðugt verið við frá landi, einamest Kr. Meitil og Páll
Olsen. Vælvild er víst okkum á mangan hátt, m. a. frá Far-
vandsdirektoratet, Fiskirannsóknarstovuni, Matrikulstovuni og
S.E.V. Prentkostnaðurin av kortinum er borin av Føroya
landsstýri.
SUMMARY
The paper is an introduction to an accompanying bathymetric map of
the Faroe shelf to 200 m depth. The map is based on 134 Echo sounding
lines, the navigation on Decca and Loran C.