Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 130
138
Knappligar broytingar í sjóvarhitanum við Føroyar
vit allar mátingarnar í Mykineshólmi fyri árini 1920 til 1940.
Burtur ár hesum gjørdu vit eitt nýtt rað av tølum við fyri
hvønn dag at taka miðalvirðið av hitanum fyri eitt 30 daga
skeið, 14 dagar fyri til 15 dagar eftir henda dag. Hesi tølini
svara til tey upprunaligu, har avvikini eru pilkað burturúr,
ella rættari, har tey eru útjavnað. 5. mynd vísir upprunaliga
hitan fyri 1940 og útjavnaða hitan. Síðan drógu vit hetta raðið
av tølum frá teimum upprunaligu og fingu tá eitt rað, sum er
avvikini frá útjavnaðu gongdini — hetta er eisini víst á mynd-
ini — vit gjørdu so upp hvussu nógv avvik frá útjavnaða
hitanum vóru í hesum tíðarskeiðinum av ymsari stødd. Úr-
slitið er sett í 2. talvu og 6. mynd. Hyggja vit at smáum av-
vikum, so eru tey mest sum líka nógv positiv og negativ, men
tá tey eru størri enn umleið V2° C, verður meir og meir av
teimum negativu, og eingin ivi kann vera um, at hesin munur
er veruligur; og vert er at nevna, at hann í veruleikanum er
undirmettur bæði í 6. mynd og 2. talvu, tí tað, at negativu av-
vikini eru størri enn tey positivu, vil toga miðalvirði niður
eftir og tí minka um negativu avvikini.
Hitabroytingarnar við Mykineshólm kunnu tí vera at skilja
sum samansettar av trimum pørtum. 1) Ein árlig gongd, sum
er nakað ymisk frá einum ári til næsta. 2) Avvik, sum kunnu
vera bæði positiv og negativ og helst líka nógv av báðum, men
sum ikki eru nógv størri enn V20 C. 3) Avvik, sum eru negativ
og sum kunnu vera nøkur stig. Vit skulu viðgera 3) nærri og
royna at finna upprunan at hesum køldu avvikum.
7. mynd og 8. mynd vísa ávikavist hvussu nógv køld avvik
hava verið hesi ymsu árini í tíðarskeiðinum og teir ymsu
mánaðirnar. Eingin serlig gongd sæst gjøgnum tíðarskeiðið,
men týðuligt er, at fleiri køld avvik eru um veturin enn um
summarið. Longdin á avvikunum sæst av 9. mynd.
Orsøkin til køldu avvikini
Ymsar frágreiðingar kunnu hugsast um upprunan at hesum
fyribrigdi, men flestar teirra kunnu vísast at vera lítið trúligar.
Eftir okkara meting er trúligasta frágreiðingin tann, at sjógv-