Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 94
102
Eitt sindur tim Ijóðyvirflyting í føroyskum
vit berum
it berit
peir bera
Taka vit nú 2. persón í eintali, pá berr, burturúr, síggja vit
eina sjónliga broyting í føroyskum: tú bert. Vit síggja, at eitt
-t hevur lagt seg aftur at ber, tað eitur bert og ikki ber.
Hesa føroysku nýgerð finna vit
1) í sagnorðum, har stovnurin upprunaliga endar við sjálv-
ljóði, vanliga forn »reduplikatións«-sagnorð, har bendingar-
endingin -r(r) leggur seg beinleiðis at stovninum. Dømi: grógva,
rógva, búgva, snúgva, doyggja, spýggja, fáa, sláa: tú grørt,
rørt, býrt, snýrt, doyrt, spýrt, fært, shert.
2) í sagnorðum, har stovnurin endar við -r aftan á sjálv-
ljóð, bæði sterkt og veikt bend orð, har einki sjálvljóð í bend-
íngini leggur seg aftur at orðinum. Dømi: bera, fara, gera,
smyrja, spyrja; tú bert, fert, gert, smyrt, spyrt. Men ikki í
einum orði sum t. d. føra, tað eitur ikki tú ført, men tú førir,
tí eitt sjálvljóð (í hesum førinum -i-) kemur uppímillum.
í íslendskum er nakað tað sama, her er tað ikki -t, men -ð,
ið kemur aftrat. Tó eru dømini úr íslendskum ikki heilt tey
somu. Soleiðis hjá Halldór Kiljan Laxness (1960):
af pví pú býrð í pjóðbraut, .... (bls. 63, regla 10 úr erva).
.... pegar pú serð mig. (bls. 87, regla 14 úr erva).
pú hlærð. (bls. 89, regla 6 úr neðra).
Henda nýgerð kemst av, at sagnorðið mangan kemur at
standa framman fyri fornavnið, hvar fer tú, hvat ger tú, hvar
býr tú, mer fer tú o. s. fr., t- frá tú krøkir seg meir og meir
í sagnorðið og verður at enda fastur liður í bendingini av
hesum orði: hvar fert tú, hvat gert tú o. s. fr.
Henda gongd hevur uttan iva verið styðjað av, at sterkt
bend sagnorð, og eisini einstøk onnur, í tátíð fáa -t, viðhvørt
-st, aftur at sær í 2. persóni í eintali: tú fórt, gekst, slapst
o. s. fr. Eisini nútíðarformar av upprunaliga »preterito-pre-
sentiskum« sagnorðum: tú skalt, vilt, kanst o. o.
Vit síggja, at fyribrigdið er eyðkent fyri