Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 81
Heimildir um seyðamjólking í Føroyum
89
hevur verið mjólkaður í Føroyum, og próvgrundir hansara,
sum yngri høvundar eisini hava nýtt, eiga tí at verða nærri
kannaðar. Fyrst nevnir Svabo frásagnir, men eingin frásøgn
er endurgivin, tó at hann ger nógv burtur úr seyðamjólking
annars, og ongar frásagnir eru uppskrivaðar eftir hansara
tíð. Kanska hevur hann í veruleikanum ikki fleiri frásagnir
enn tær báðar hann sipar til, tá hann nevnir kvíggina hjá
Tróndi í Gøtu, og at ein kvíggj við vissu hevur verið á Gerða-
garði. Frásagnir um Trónd í Gøtu, og støð, sum verða knýtt
at honum, man illa bera til at nýta sum fullgóð søgulig prógv
nú á døgum, og viðvíkjandi kvíggini á Gerðagarði tykist Svabo
beinleiðis at fara skeivur. Christian Matras heldur, at Svabo
her hugsar um Kvíingadal, har húsatoftir og aðrar fornleivdir
enn eru at síggja, men fremri liðurin í navninum Kvíingadalur,
hevur einki við orðið kvíggj at gera (Matras 1932: 6—7), og
hansara frásøgn um, at markatalið uttangarðs er hækkað við
lU mk, tí at har var kvíggj í gomlum døgum, kann bert metast
sum ein uppgjørd greining.
Heldur ikki orðið kvíggj kann í sjálvum sær metast at hava
nakað virði sum prógv. Orðið hevur mangar týdningar á før-
oyskum, eitt nú byrgi til kálvar, stað, har neyt liggja á bóli,
díki, byrgi at reka fugl í o. a. (Jacobsen og Matras 1961: 238).
Tann merking, Svabo gevur orðinum, tykist vera so sjáldsom,
at ein kanska kann ívast í, um hon er til á føroyskum. Eingin
tykist síðani at hava skrivað orðið upp við hesi merking, hon
finst ikki í orðalistanum, sum Jakob Jacobsen gjørdi til antho-
logiina, t. d. (Hammershaimb 1891: 164). Tað einasta, sum
kanska kann styðja Svabo er ein støk kvæðaregla (?) »hann rak
síni (!) smalu til kvíggjar«, sum Jakob Jakobsen hevur skrivað
upp.3)
Próvførsla Svabos fyri, at føroyingar hava mjólkað seyði
áður í tíðini tykist ógvuliga veik, og tað styrkir ikki um støðu
hansara, tá kannað verður eftir, hvat hann nýtir søgugreining
sína til. Tað, hann sigur um seyðamjólking áður í tíðini,
3) Lummabók III, á Landsbókasavninum.
7 — Fróðskaparrit