Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 78
86
Heimildir um seyðamjólking í Føroyum
hevur verið í Gerðum á Borðoynni. Á øðrum stað (bls. 236)
nevnir Svabo, at Ví mk uttangarðs í Gerðum »skal være skyld-
sat, fordi der var et Kvujgj i gamle Dage«. 1 orðabók síni
(Svabo 1966: 460) hevur Svabo sum einastu merking av orð-
inum »Kvujgj«: »Sted i udmarken hvor man fordum malkede
Faarene«.
Samtíðarmaður Svabos, presturin Jørgen Landt, nevnir at
seyður verður ikki mjólkaður í Føroyum, tí hann er hálvvillur,
og stór manning krevst at reka hann saman, men áður í tíðini
skal seyðurin hava verið mjólkaður (Landt 1965: 204).
Fara vit nú longri aftur í tíðina til Lucas Debes í seinnu
helvt av 17. øld, fáa vit aftur bart út at vita, at seyður verður
ikki mjólkaður í Føroyum. »De malckis oc icke heller nogen
Tjd effterdi de ere uhandelige formedelst deris Vildhed«, sigur
Lucas Debes (Debes 1673: 122).
Eldri keldur enn Lucas Debes siga einki um seyðamjólking,
men til eru eldri lýsingar av føroyskari seyðarøkt, sum óbein-
leiðis upplýsa, um tað hevur verið gjørligt at mjólka seyði við
tí røktingarhátti, sum hevur verið nýttur. Fleiri av teimum
áður umrøddu høvundum hava gjørt vart við, at føroyski
seyðurin er ov styggur at verða mjólkaður. Tað er eyðsæð, at
skal tað bera til at mjólka ónum, mugu tær vera púra spakar,
og seyðamjólking krevur tí ein øðrvísi røktingarhátt, enn tann,
ið lýstur verður av Lucas Debes og yngri høvundum. í Islandi,
har seyður enn varð mjólkaður fyrst í hesi øldini, varð allur
seyðurin sum oftast havdur í seyðahúsi um veturin. Frá mán-
aðaskiftinum apríl-mai og til seyðurin um heystið varð tikin
inn aftur, sótu tey um dagin hjá mjólkónum, sum gingu á beiti
í haganum nærhendis húsum, og um náttina høvdu tey tær
innibyrgdar (Bruun 1897: 53, Jónasson 1961: 170). Slíkar ær
verða eyðvitað so spakar, at ein maður við hundi sínum kann
halda skil á øllum fylginum.
1 Føroyalýsing síni, sum er skrivað í 1613—14 (Storm 1881:
LXVI) skrivar Peder Claussøn Friis eitt sindur um seyðarøkt
í Føroyum (Claussøn 1632: 149—50). Flann nevnir ikki mjólk-
ing, men lýsing hansara av føroysku seyðax-øktini minnir so