Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 79
Heimildir um seyðamjólking í Føroyum
87
nógv um taS, sum yngri høvundar skriva, og ta røkt, sum
hevur verið kend í Føroyum fram til nútíSina, at vit mugu
rokna viS, at seySurin á hansara døgum hevur veriS ov styggur
til at kunna verSa mjólkaSur. Sama kann verSa sagt um lýs-
ingina í handritinum »Om Norgis Rige« eftir Absalon Peder-
sen Beyer, sum varS skrivaS í 1567, og er endurgivin av Jacob
Jacobsen í Útiseta 1952 (Jacobsen 1952: 10). BáSir nevna slakt
og ull, og so hetta at skal bóndin hava hendur á einum seySi,
verSur hann tikin viS hundi.
f tí røktingarhátti, sum verSur lýstur síðan miðja 16. øld,
er einki pláss fyri seySamjólking. Eldri lýsingar eru ikki til,
so hvussu seySabrúkiS hevur veriS í miðøldini er mær vitandi
ongantíS lýst. Og tó hava vit júst úr miSøldini ta týdningar-
mestu kelduna um føroyskt seySabrúk, SeySabræviS frá 1298.
Mær vitandi hevur eingin roynt at greina taS, sum SeySabræviS
sigur um føroyska seyðarøkt í miSøldini, og taS verður eisini
ov drúgført at gera í hesum sambandi, men eitt sindur skal
tó verða gjørt burur úr tí.
SeySabræviS varS í 1298 giviS sum rættarbót til landslógina,
sum annars hevur havt gildi í Føroyum (SeyðabræviS, 1971: 3).
Orsøkin til, at neySugt hevur veriS at gera hesa rættarbót,
man helst vera tann einfalda, at viSurskiftini í Føroyum í
ávísum málum, serstakliga viSvíkjandi seySarøkt, hava verið
so ólík teimum í Noregi, at ikki bar til at hava somu lógar-
skipanir. SeySabræviS eigur tí at kunna geva okkum álítandi
upplýsingar um ta seySarøkt, sum í 13. øld hevur veriS í Før-
oyum serstakliga.
1 SeySabrævinum finna vit fyriskipanir um at reka seyS,
um seyðaskipan, um hvussu fram eigur at verSa fariS, tá lomb
verSa markaS, um samgongu, um fremmandan seyS, sum
kemur á rætt, um seyS, sum gongur í annars haga og verður
hagfastur og um at halda rættir. Revsing verSur ásett fyri
hagagongd, fyri at marka í loynd og fyri hundar, iS bíta seyS.
Eisini verSur talaS um hundatal, at taka seyS viS hundi, um
styggan seyS og um at spekja. TaS, sum í hesum sambandi
hevur størsta týdning, er kanska ikki taS, at mjólkseySur