Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 95
Eitt sindur um ljóðyvirflyting í føroyskum
103
1) annan persón í eintali,
2) tann vanliga bendingarendingin -r leggur seg annaðhvørt
aftur at einum sjálvljóði (grógva, doyggja, fáa (-gv- og -ggj-
eru nýgerðir)) ella aftur at einum -r aftan á sjálvljóði, sum
tað rennur saman við (fara, smyrja).
III
Tann, sum hevur lisið Heðin Brú, hevur verið varur við, at
henda nýgerð í bendingarformunum av sagnorðum ikki er til
hjá honum. Tað eitur t. d. tú ger, tú fer, tú sær o. s .fr. Hetta
er vanligt í Sandoyarmáli og sunnanmáli yvirhøvur. Eisini er
vanligt, at endingin -(s)t í øðrum persóni í tátíð av sterkt
bendum sagnorðum vantar, umframt nútíð av nevndu »prete-
rito-presentisku« sagnorðum. Tað eitur: tú fór, tú tók, tú slapp,
tú kann o. tíl. Heðin Brú (1940):
Kann tú liva av hasum. (bls. 34, regla 7 úr neðra).
Tú hampar teg, áðrenn tú fer. (bls. 38, regla 1 úr erva).
.... tú fór at gera herverk, tú kom upp í morgun. (bls. 56,
regla 5 úr neðra).
Hvussu greiða hetta? Hugsast kann, at teir nýggju nútíðar-
formarnir við -t eina tíð hava livað lið um lið við teir upp-
runaligu (uttan -í), men so eru teir dotnir burturaftur og hava
drigið teir upprunaligu ~(s)t — formarnar — hjá »preterito-
presentiskum« sagnorðum og hjá tátíð av sterkt bendum sagn-
orðum — við sær. í aðrar mátar verður torført at greina,
hvussu teir upprunaligu formarnir kunnu vera horvnir úr
málinum.
Fyribrigdið er eitt hitt mest eyðkenda fyri sunnanmál.
BÓKMENTIR
Heðin Brú: Feðgar á ferð. Tórshavn 1940.
Halldór Kiljan Laxness: Paradísheimt. Reykjavík 1960.
Holger Pedersen: Sprogvidenskaben i det nittende Aarhundrede. Metoder
og Resultater. Det nittende Aarhundrede, Skildret af nordiske Viden-
skabsmænd XV. Kjøbenhavn 1924.