Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 114
122
Brestingur
kvæSayrkingin. Tó eru nú ikki til eldri tættir enn eini
200 ár10.«
1 hesi smágrein skal verða roynt at sýna á, at táttur, sum
seks ørindi eru eftir av, prentaS í Føroya kvæSum, kann vera
yrktur um ár 1600.
Ein av teimum trúgvastu at skriva til útvarpstátt mín
»OrSabókina«, iS byrjaSi heystiS 1969, var Niclas Joensen
sáli á Argjum (1900—1976). Hann var borin í heim í Dali
í Sandoy og vaks har til mans. Hann var leingi búsettur í Sand-
vík, hagar hann giftist. Seinastu árini búSi hann á Argjum.
Hann var góSur og álítandi heimildarmaSur um orS og mál-
iskur, og hevur orSasavn FróSskaparsetursins honum mangar
virSismiklar upplýsingar at takka. 9. juni 1973 skrivaSi hann
hetta í brævi til mín: »Fólk tóku til í Dali fyrr, um tey gera
taS enn, veit eg ikki, men tey málbóru seg á tann hátt: »Eyeya-
meg«, segSi Brestingur, »nú eri eg skildur frá Dali«. TaS má
vera eftir onkrum manni, sum har hevur búS, hevur veriS
noyddur at rýma frá øllum.« Hetta bræv kom, meSan útvarps-
sendingarnar lógu niSri fyri summariS. Tí verri varS gloymt
at taka taS fyri, tá iS sendingarnar vórSu uppafturtiknar um
heystiS, tí taS kundi veriS vert at fregnast, um fólk, helst í
Dali, kundu siga meir um hetta tiltak. Sum seinni skal verSa
umrøtt, gav fyrispurningur har í bygdini fyri stuttum gott
úrslit.
TaS sum fyrst vekur áhuga í hesum tiltaki, sum annars ber
dám av at vera ørindisstubbi í kvæSaørindislagi, er hetta marg-
háttliga navniS Brestingur. Vit vita tó av einum manni í Før-
oyum, sum hevur boriS hetta navn, annaShvørt taS so hevur
veriS rætt skírnarnavn ella eyknevni, og hann hevur búS í
Dali í Sandoy. 1 tingbókini stendur fyri ár 1617 undir
»Sandoo«: »Benedichtth i dalle for frille leffnett med Brestings
dotter Bøde thill sammen iij gl.«15 og í roknskaparbókini
1617/18: »Bennedicht i dalle for Leimaall med Brestings daat-
ter.. .sd)
*) Á Føroya landsskjalasavni.