Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 186
Framløga av botnkorti út á 200 m dýpi
Eftir Jóannes Rasmussen.
Hjálagt Fróðskaparriti 25. bók er eitt botnkort av føroyska
landgrunninum í máti 1:243.200.
1 jarðfrøðiligari merking er landgrunnurin tað botnstrekki,
sum líðandi dýpist frá strondini út á hellingina, har dýpið
veksur meira knappliga. Landgrunnurin verður eisini nevndur
meginlandsstøðið, og eru tá jarðløgini undir íroknað. Tað er
nakað ymist, hvussu djúpt er á markinum millum landgrunnin
ella meginlandsstøðið og hellingina; eftir millumtjóðasamtykt
hevur verið vanligt at nýta 200 m dýpi sum ytra mark, og
man hetta koma av, at dýpið har ofta er umleið 200 m (í
miðal kortini 133 m) og av tí, at flest kort hava eina reiðiliga
álítandi 200 m dýpdarstriku.
Kortið er ein partur av tí úrsliti, sum higartil er komið
burtur úr botnkanningunum, sum Danmarks Geologiske Under-
søgelse og Føroya Jarðfrøðisavn lata gera á føroyska land-
grunninum, á landsynningsleiðini suður úr Føroyum og vesturi
á bankunum. Tær fevna um uppmáting av botnskurðum, upp-
tøku av botnroyndum og sigulmagnskanningar (magnetkann-
ingar). Fyribils úrslit eru prentað í Fróðskaparriti (1973, 1974,
1975, 1977).
Tilfarið var fingið til vegar í árunum 1971, 1972 og 1975.
Arbeiðið fór fram á tann hátt, at mátaðir vóru 134 botn-
skurðir. Teir vóru allir lagdir eftir grønum deccalinjum, t. e.
umleið í útnyrðing—landsynning, ein siglingarleið sum tilsam-
ans var umleið 5500 sjómíl. I 1971 og 1972 vóru mátaðir 90
skurðir innan fyri 10 m dýpdarlinjuna; teir vórðu í 1975