Fróðskaparrit - 01.01.1977, Blaðsíða 93
Eitt sindur um ljóðyvirflyting í føroyskum
Eftir Ulf Zachariasen
I
At eitt ljóð, ið hoyrir til eitt ella fleiri orð ella fastar orða-
formar, kann verða flutt yvir á eitt annað orð, sum javnan
leggur seg uppat, er eitt fyribrigdi, sum er vælkent úr mongum
málum. Ikki minst úr keltiskum (sí Holger Pedersen: Sprog-
videnskaben i det nittende Aarhundrede, bls. 53). — Úr Norð-
urlandamálunum kunnu verða nevnd persónsfornøvnini: úr
donskum De, úr svenskum ni og úr norskum me, har ávikavist
D-, n- og m- upprunaliga eru bendingarendingar hjá sagn-
orðum, sum hesi orð ofta standa aftrat (haven I, t. d.). Lík
dømi úr føroyskum eru tit, tykkum, tykkara, tær (fleirtal),
tygum, tygara, íkomin av orðasambondum sum Hvar hafit
(-p) it verit? o. tíl.
Viðhvørt kann tó gongdin vera øvut: Ljóð, ið upprunaliga
hoyrir til persónsfornavn, kann leggja seg aftur at framman-
fyristandandi sagnorði, so tað verður at rættiliga føstum bend-
ingarformi. Nøkur orð skulu verða søgd um hetta.
Tað eigur at verða tilskilað, at javnlíkt er við íslendskum.
II
Hyggja vit at sagnorðabending í fornnorrønum hjá teim
sterkt bendu, fáa vit t. d.:
ek ber
pú berr
hann berr