Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 7

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 7
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 13 fiski o. s. fr. Tey koma tá saman við nógv meiri fólki enn í smáu heimbygdunum, og tí er ikki løgið, at ikki so rættiliga fá av teimum, meginparturin heilt ung, verða smittað. Eisini er at minnast til, sum Lynge3 tekur fram, at av ungfólkinum í mongum smærri bygdum í Føroyum, eru bert heilt fá av hvørjum hundrað positiv. í hesum bólki 12. Smittukeldan er minni enn so altíð kend. Ikki færri enn 8 fingu smittuhitan til skips. 5 av teimum vóru á 15—19 ára aldri, og 3 vóru í tjúgunum. Ein teirra vitsti einki at siga um smittukelduna. Tilsamans eru úr fyrra aldursbólki 15 unglingar við smittuhita (1. talva), t. e. triðingur teirra fekk hann til skips. Lítið mætari er standurin hjá teim 13 mannfólkunum á 20—29 ára aldri, 3 teirra vórðu smittaðir umborð. Joensen2 bendir á smittuvandan umborð á sluppunum og setur stóru økingina í tuberklaandlátum og tuberkla» tilburðum seinastu árini undan aldamótinum í samband við hin mikla vøkstur í skipatali. Hetta er óivað beint, og vandin hevur lúrt heilt til seinastu árini undan 1952. 6 unglingar fingu smittuna á stuttum vitjanum og ferð« ingum burtur í bygd, við tað at teir vóru so óhepnir at koma saman við tuberklasjúkum fólkum (spælt kort o. t.). Einstakir teirra 6 vita tó einki, hvørjum teir eru smittaðir av. 5 gentur fingu tuberklar, tá ið tær vóru sjúkrasystra* næmingar ella gongsgentur á sjúkrahúsum. So eru 2 ungar gentur, ið, tað vit kunnu ætla, vórðu smittaðar, meðan tær vóru sjúklingar á sjúkrahúsi. Vanligt er at taka tað sum givið, at tuberklasmittan kemur gjøgnum lunguni, tá ið vit anda inn. Onkra einstaka ferð finnur hon tó inn ígjøgnum sár í húðini, ella ígjøgnum mandlurnar, so sum hesar báðar komandi søgurnar vísa. Meðan hesir tilburðir eru so óvanligir, verður sagt greini* liga frá: 3. đ D- I., b. í h. 18/2 1920. 21 ára gamal. í miðjum august 1941 (mánaðardagin mintist hann ikki við 1. sjúkuvitjan) á útróðri stakk hann seg av ongli í vinstra fremstafingur lógvamegin, miðskeiðis í

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.