Fróðskaparrit - 01.01.1959, Blaðsíða 20
26 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
gera vart við seg uttan meningitis, og uttan at sjúkubrøgdini
gera vónirnar verri. Vælkent er, at nógvar vanligar ígerðar*
sjúkur, tá ið sjúkan tekur við, tíðum hava við sær, at
sjúklingurin stívnar í rygginum og nakkanum, men neyvan
er vanligt at finna sjúkueyðkenni sum tey, ið eru í 5.
sjúkusøgu.
5. cf O. J., b. í h. 23/9 1938. Smittaður av ógiftum tuberklasjúkum
mammubeiggja, ið dagliga gekk inn til teirra. Pirkaður 29/7 1944
Sjúkur 9/9, hitin um kvøldið 38°. So í tríggjar dagar 39° og meir. Hin
10/9 bløddi hann illa nasablóð, og soleiðis bløddi hann fleiri ferðir í
næstu 3 dagarnar. Gramdi seg eitt sindur — men lítið — um at hann
hevði ilt í høvdinum, hostaði ikki.
Hin 12/9 um kvøldið skjálvti; hin ,3/9 40/40,5; sjúkuvitjan um kvøldið.
Tá var drongurin einki petti ússaligur og var við sítt fulla skil. Men
so vóru 2 sjúkubrøgd, ið beinanvegin vendu hugin at heilabruna:
Kernigs sjúkueyðkenni við 60° báðumegin og tíðiligt stirvni í nakks
anum. Tá ið hann við sjúkuvitjan varð hjálptur fram á gólv at standa
leysur, datt hann beinanvegin, ella rættari fór endilangur, tí hann var
stívur sum ein steyrur.
Varð lagdur inn á Dronning Alexandrines hospital í Havn ,4/9 1944
fyri tuberklar í heila* og mønuserki. Hin 24/4 1945, eftir 7 mánaða vist
við sjúkuavgerðini smittuhita, varð hann útskrivaður. Hitin kom fyrstu
5 dagarnar tvær ferðir upp i 39,5°. Hevði hita og lítilhita alla sjúkras
húsvistartíðina. Týðiligur febris remittens, og pulsus frequens frá tí,
hann varð lagdur inn, til hann slapp heim aftur.
Við fyrstu kanning á sjúkrahúsinum var hann við sítt fulla skil, so
sum hann eisini var, tá ið hann fór heiman, men einki stirvni í nakk«
anum ella Kernigs sjúkueyðkenni. Pirking vísti +. Hæmoglobin (Sahli)
45°/o. (Nasabløðingl). Men stirvni í nakkanum kom aftur 20/9, og 3 dagar
seinni kom eisini Kernigs sjúkueyðkenni aftur. Hin 20/9 varð stungið
í lendamønuserkin, og 8 cm3 av mønufloti tiknir útúr. Tað fyrsta, ið
kom, var ógviliga blóðkent, síðan var tað glart flot: Hvítir blóðkroppar
38/3, reyðir 6000/3, albumin 10—20 og globulin 0.
Røntgenkanning 16/9 og ,2/l2 vísti ov stóran skugga í h. lungarót,
annars einki órættvorðið. Men 17/l 1945 varð funnin troti uttan um
h. lungarót og 3 cm breiður skuggi fram við barkanum upp ímóti óst«
beininum. Dagin fyri útskriving av sjúkrahúsi var trotin aftur burtur,
og eftir var bert ov stór lungarót. Hann hevði alla tíðina verið við
sítt fulla skil, var tyngdur úr 20 og upp í 25,8 kg. Siðan frískur.