Fróðskaparrit - 01.01.1959, Blaðsíða 55
Um navnaliðin -inga í nøkrum staðanøvnum í Suðuroynni 61
plássini liggja eystanfyri bygdina og heilt stutt frá hvørjum
øðrum. Liðirnir =hálsur og =tangi í nøvnunum eru eyðskildir
og so vanligir í staðanøvnum, at vit skulu ikki siga fleiri
orð um teir her.1) Fyrri parturin av nøvnunum er meira
torskilin, men má hava sama uppruna í báðum nøvnum og
sipar helst til ein eldri form *Urð(ar)= enda= > *Urðinda=,
sum við tíðini er vorðin til [úrnjga*] og síðan til [úlnjga*].2)
Um vit hava grein í okkara máli, hevur *Urð(ar)endi iva*
leyst einaferð verið eitt serstakt staðanavn, ið hevur sipað
til lendið undir Uringahálsi, har tað er ein fyrndargomul
urð.3) Uringatangi man so hava fingið navn eftir legu sínari
nærhendis *Urð(ar)enda og/ella Uringaháisi. í seinna falli
er Uringatangi eitt stytt (elliptiskt) navn.
Fyribilsúrslitið av kanningum okkara avteimum fýra staða=
nøvnunum er, at týðingarnar *Vatnsenda(=) og*Urð(ar)enda=
hóva væl saman við lendið og leguna á staðanavnapláss*
unum, at ljóðmyndin í navnaliðunum Vatns= og Urð* er
reglulig eftir ljóðvøkstrinum í Suðuroyarmáli, og at broyt*
ingarnar e > i og nd > ng tykjast eisini at hava verið kendar
í ljóðlinari støðu í navnaliðunum =end(=) í einstøkum norsk=
um staðanøvnum.
Fyri at finna fleiri javndømi um ljóðvøksturin í navna*
liði okkara =inga(=), mugu vit leita til eitt annað skyldmál.
1 einstøkum donskum staðanøvnum, ið nú á døgum hava
endingina =ing [nj], ber tað til at prógva, at henda endingin
er runnin av orðinum ænde, tá ið hesi nøvnini eru skrift*
fest í gomlum skjølum við navnaliðinum =ende ella =ændæ.
Sum dømi skulu vit nevna Dissing (1433: Digsændæ),
Sjørring (Vjb.: Syorændæ), Sperring (1418: Sperende) og
>) Sbr. t. d. Stn. Norð. viðv. hálsur (s. 134).
2) Broytingin r til l hevur helst samband við Mjóðið í =hálsur, og
navnið Ulingahálsur er sostatt dømi um fjardjóðlíking (fjarsassimilatión)
av r■/ til l-.l.
3) Um Uringa= í nøvnum okkara sigur P. F. J., Froðbø: »Eg haldi,
at navnið kemur av urðini, ið altíð hevur verið og er undir Uringa=
hálsi« (sbr. viðm. 7, s. 60).