Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 14

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 14
20 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi sambandi ryggin. Ein 18 ára gomul genta, tá ið hon varð spurd, hvar hon fekk ilt, tá ið hon svølgdi, vísti á 5. ryggja* geisla og bert á hann. Ein onnur genta, 23 ára gomul, vísti á økið vinstrumegin niðasta partin á bringubeininum ovarlaga undir flagbróstinum, og vísti samstundis á vinstru lið á 7. geisla. Triðja gentan, 26 ára gomul, hevði pínu bæði á niðasta parti av bringubeininum og í rygginum frá 3. til 6. geisla. Hon festi heftiplástur ímillum herðabløðini og vónaði at fáa linna. 16 ára gamal drongur hevði pínu niðast á bringubeininum, ikki bert, tá ið hann svølgdi, men eisini, tá ið hann andaði djúpan. Ein drongur, 14 ára gamal, nevndi pínuna aftan fyri bringubeinið fyri trýst; hon var óbroytt tann sama, tá ið hann vildi svølgja. B. Stingur. Ikki heilt fá av teim 106 børnunum og tib komnu við smittuhita talaðu um sting. Hann varð stað= festur ymsar staðir á bróstinum: undir óstbeinunum, undir hondunum, eftir bringusneiðingini, undir síðunum, á bak* inum og ovast uppi í flagbróstinum og nakað út á rivini frammantil. Av og á hoyrdust hvín og gnadd á staðnum, har stingurin var. Tó at røntgenkanning sjáldan er til taks, tora vit kortini at ætla, at stingirnir og funnini komu frá trútnum eitlum við lungarótina og lungatrotum, ið upp eru komin saman við smittuhitanum. Funnu eyðkenni smittuhitans. Við smittuhita skilja vit, so sum orðið her er avmarkað, sjúku, ið altíð hevur hita við sær. Hetta eyðkenni kunnu vit tí seta javnt við pirking, tá ið + kemur fram aftan á smittu, hækkandi blóðkroppa* fall og broytingar í og um eitlarnar í lungarótini. Har afturat kemur knútarósin, ið, sum vit væl vita, kemur minni enn so saman við øllum tilburðum við smittuhita og av og á bendir á okkurt heilt annað. Hesi 5 sjúkubrøgd, ið eru týdningarmestu funnu eyðkenni smittuhitans, verða her viðgjørd í stuttum, men í eitt sindur øðrum rað enn oman* fyri. Síðan verða onnur, týdningarminni ella sjáldsamari funnin sjúkueyðkenni viðgjørd. — Røntgenkanningina taka vit av orsøkum, sum fyrr eru nevndar, ikki við.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.