Fróðskaparrit - 01.01.1959, Blaðsíða 2
8
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
hann ella hon hevði heim sítt her, og, um tuberklasjúkan
tók seg upp uttan fyri læknadømið, fór heim aftur at vera,
kann henda lektur á bróstsjúkrahúsi ella sjúkrahúsi. Tey,
sum andaðust av tuberklum uttan fyri læknaøkið koma
sjálvandi eisini uppí her.
Hetta geldur t. d. skipsmenn og sjómenn, sum eru vorðnir
sjúkir undir íslandi, í Grønlandi ella øðrum fjarum londum.
Har afturat børn, hálvvaksin og unglingar, ið høvdu fyrsta
sjúkudag sín, meðan tey gingu í skúla, stóðu í læru ella
fingu sær annan kunnleika á øðrum stað, uttan fyri økið.
Gentur, sum hava verið og tænt burtur í bygd og eru
vorðnar sjúkar har, verða taldar uppí.
Mong fólk fáa ofta av somu smittu fleiri tuberklafyrb
brigdi. Stundum ganga ár ímillum hesar sjúkur, men stund*
um koma tær hvør í hølunum á aðrari, stutt ímillum.
Niðanfyri verða nevnd dømi um hetta.
Tubbusteyrarnir kunnu seta seg í at kalla eitt og hvørt av
yrkisgøgnum likamsins og elva heilt ymissar sjúkur. 5 av
hesum sjúkum: smittuhiti, tuberklar í heila* og mønuserki,
tub. universalis, tub. miliaris peritonei, pericarditis caseosa
productiva tuberkulosa og vatn á lungunum verða viðgjørdar
her. Hinar koma til viðgerðar í næsta Fróðskaparriti.
Smittuhiti.
Við smittuhita er at skilja tann hiti, sum tíðum — men
ikki altíð — kemur saman við tuberklaígerð, og at kalla
altíð um somu tíð sum vend frá negativum til positivt
pirk (vendin frá óviðkvæmi til viðkvæmi).
Henda ritgerð tekur, sum yvirskriftin sigur, saman nýggju
tilburðirnar við smittuhita í ávísum øki í 32 ára tíðarskeiði.
Tey børn og tilkomnu, sum orsakað av smittu, vendu frá
negativum til positivt, men við ongum hita, eru, eftir tí
ið oman fyri er sagt, ikki tikin við. Tó skal her takast
fram, at í hesum høpi er tað uttan týdning, hvørt hitin
vardi stutt ella leingi, um hitastrikan reis høgt, ella um
bert var talan um linan hita í stutta tíð.