Fróðskaparrit - 01.01.1959, Qupperneq 85
Strandarrætturin í Føroyum
91
dómi frá 20. juli 1909') verður sagt, at tað ikki kann haldast
at vera rættarsiður í Føroyum, »at Strandrettighederne til»
kommer Ejerne af Bygdens gamle Bø efter Marketal«, hóast
»det ofte vil være Tilfældet«. Hin vanliga rættaraðalreglan
er — sambært dómin, sum til stuðul fyri hesum vísir til
N. L. 5—12—4 &. 17 — at strandarlunnindi »følger med den
Jord, der grænser til Stranden«, og reglan um, at rættindini
liggja til markatalið í bønum, stendst av jarðfelagnum, og
»synes da kun at være gældende indenfor Fællesskabets
territoriale Omraade, medens Hovedreglen om Strandrettig»
hedernes Sammenhæng med den til Stranden grænsende
Grund synes at maatte anvendes selvstændig paa en til
Stranden grænsende af Fællesskabet udskiftet Trø«.
Av teirri í dóminum søgdu uppfatan stendst, at strondin
undir bønum í útskiftum bygdum liggur til jørðina oman»
fyri, og hetta er ikki tikið til eftirtektar,* 2) við tað at tað
helst undir øllum útskiftingum er avgjørt, at strondin skal
vera í felag.3 4 5 6 7)
■) Søkin varð løgd av teimurn 5 eigarunum til Húsagarðstrøð nr.
41 (sí Ziska s. 89—90), hina sonevndu Torvgarðstrøð, móti øðrum
Húsagarðsbóndanum. Teir kravdu dóm fyri, at Húsagarðsbóndin eingi
strandarrættindi hevði í Válgaravík undir trøðni, sum var avhendað
av amtinum við skeyti frá 9. august 1873; og amtið hevði við einum
áriti á skeytið 4. mai 1877 góðtikið, at eigararnir høvdu býtt m. a.
»strandrettigheder« sínámillum. (Borg. s. nr. 44/1907).
2) Enntá ikki í Vestmanna, sbr. viðmk. 2, s. 89.
3) 1. í Fámjin skuldu nøkur gjøllari ávíst strandarøki (so vítt tað
sæst øll strondin fram við buktini við bygdina) vera í felag, soleiðis
at lutrætturin hjá hinum einstaka eigaranum skuldi verða avgjørd eftir
skattamarkatalinum. (30. 8. 1928 s. 14).
2. í Trongisvági skuldi strondin vera í felag. (22. 8. 1929 s. 8).
3. Sama avgerðin er tikin í Hvalba (4. 11. 1931 s. 13).
4. Somuleiðis í Hovi, har strondin týðiliga varð løgd til alt marka*
talið í bygdini (6. 7. 1946 s. 35).
5. 1 Norðragøtu skuldu strondin og sandurin vera felags. (29. 9.
1949 s. 17).
6. Um Vestmanna verður víst til viðmk. 2, s. 89.
7. Eisini á Tvøroyri (Froðba) varð roknað við, at strondin skuldi
vera felags (7. 9. 1932).