Fróðskaparrit - 01.01.1959, Qupperneq 61
Strandarrætturin í Føroyum
67
ongantíð havt nakran týdning. Her vóru skipbrotsrættindini
eftir N. L. 4—4—4 kongsins. Nú er galdandi fyri Føroyar
strandingarlóg nr. 49 frá 24. mars 1899, og eftir henni fellur
harraleyst skipsrov og skipbrotsfæ til ríkiskassan, men eftir
heimastýrisskipanini helst til landskassan, við tað at stranding
nú er sermál, sbr. løgtingsviðtøku 13. mai 1948 nr. 13.
Tað eru tó ikki skipbrotsrættindini, ið her skulu nærri
umrøðast. Tey hava ongan týdning fyri einstaklingin uttan
til at fáa bjargingarløn. Við strandarrætt verður nú meint
annað og meira enn skipbrotsrættindi. Strandarrætturin er
fyri ein part rætturin til at ognast tað, ið rekur upp, t. d.
rekaviður og rekatari, og so eisini rætturin til at nýta sjálva
strondina (t. d. til bygging og fiskaturking) ella tilfarið í
henni (sand, eyr o. s. fr.). Kanska kunnu vit til hesi rættindi
eisini rokna rættin til at ognast tann gróður, ið við strond*
ini grør (t. d. tara), og tey dýr, ið har sita føst (t. d. krækT
ingur).
Hetta verður seinri gjøllari kannað, men fyrst mega vit
kanna eftir, hvat ið strondin er, har næst hvør ið kann
útinna áðurnevndu rættindi, og at enda hvørji hesi rætb
indi eru.
Viðvíkjandi fyrsta spurningi — hvussu langt, ið strondin
røkkur — er tað skilligt, at roynt má verða at avmarka
strondina inneftir móti landi og úteftir móti sjónum.
í Rómverjarættinum var havið res communis omnium.t.v.s.
frítt at søkja hjá øllum.1) Tað er vissuliga sama áskoðanin,
ið liggur til grundar, tá ið hin íslendska lógin Grágás nýtir
orðið allmenningur um havið uttan fyri »rekamark«,2) og
>) Inst. 2—1— § 1 sbr. Dig. 1—8—2 § 1: »Et quidem naturali jure
communia sunt omnium haec: . . . mare . . Dig. 47—10—13— § 7:
»Et quidem mare commune omnium est«; Dig. 43—8—3— § 1: »Maris,
communem usum omnibus hominibus«.
2) Havið innan fyri rekamark — t. v. s. tann parturin, ið lá so nær
landi, at ein flaktur torskur sást haðani — var ikki almenningur í hesum
týdningi, men felag (allmenningur) fyri viðkomandi fjórðing, sbr. KuU
turhist. Leks. I, teig 102—03, Rynning s. 153 f.