Fróðskaparrit - 01.01.1959, Blaðsíða 43
Føroyanavnið eina ferð enn
49
»ull, lagdur«, og (avljóðssamband) við latínskt p e c u s (hvørsí
fall: pecoris) »neyt«, »smali, seyður«. Fær er sama orð sum
danskt og svenskt fár, nú: fár. R*umljóðið tey kalla hevur
volt tað, at vestanmálini ikki fingu sniðið fár (sbr. t. d.
danskbsvenskt lár, før.dsl. lær). Satt er tað, at í nútíðar*
máli føroyinga og íslendinga er fær ikki longur til. Heldur
ikki er orðið afturfunnið í vesturnorskum bygdamálum.
Men nútíðarmálini í Føroyum og í íslandi hava varðveitt
iaístovnin *færi, n., í samansetingini færi«lús »Melo*
phagus ovinus«, sum í yngri føroyskum hevur fingið sniðið
førilús — við somu ljóðbroyting, »æ« í »ø«, sum er til
skjals í landsnavninum Føroyar. Tað er tó hugsandi, at
Suðuroyar*sniðið førlús kemur av einum upprunaligum
sniði fær«lús, sum beinleiðis er samansett við orðinum
fær. Hetta færi, vit nevndu, hevur helst verið samtøku*
navn (kollektivt navn) á seyði, t. e. hevur merkt »seyður«
og hevur verið nýtt á sama hátt, sum vit ofta nýta eintal
av hesum orði (seyður) í føroyskum.
Orðið fær einsamalt var til í íslandi á 12. øld. Til tess
at vísa á munin (sum tá var) á vanligum »æ« og á »æ«
frambornum við nasaljóði skrivar rithøvundurin at 1. máU
frøðiritgerðini í Snorra Eddu: »annat er {?at er sauðrinn
heitir fær (—æ— skr.: —e— við króki undir) enn annað
J^at er hann fær lambs«, t. e. annað er tað, at seyðurin
eitur fær, men annað tað, at hann fær (t. e. elur av sær)
lamb. — Hetta íslendska dømið, frá miðjuni av 12. øld, er
tað einasta, sum til er úr miðøld. Øðrvísi er við saman^
settum orðum, sum hava varðveitt fær, n. Tey eru til skjals
bæði í norskum og íslendskum skriftum. Tvey slík orð eru
til, men um annað er at siga, at tað, færskinn, bert er
til í sølubrævi úr Romsdal 1428, »brukt om en teig som
kalles sá« (Brøgger, 1930, bls. 32). Hitt orðið, færsauðr,
er til í lógmáli og í bíbliumáli (Stjórn). í Gulatingslóg
(hini eldru) lesa vit (Norges gamle Love I, 75): »Giallda
færsauði. oc eigi geitr«; í kristinrætti Árna biskups
(N. g. L. V, 50): »Navt oc fer sau{)i« (acc. pl.; hdr. o. u.
4