Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 29

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 29
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 35 4. talva. Tilburðirnir av smittuhita og vatni á lungunum, skipaðir eftir aldri. (The cases of initial fever and pleuritis exs., arranged according to age). Aldur í árum (Age) Smittuhiti (Initial fever) Vatn á lungunum (Pleuritis exs.) 0-4 14 3 5-9 16 7 10-14 17 10 15-19 30 9 20-24 18 18 25-29 7 17 30-39 3 6 40-49 1 2 50-69 1 106 73 Øðrvísi við vatni á lungunum. Henda sjúkan er í hæddini 5 ár seinni enn smittuhitin, og høvdin heldur sær 5 ár longur, heilt til 30 ára aldur: 18 og 17 sjúk. Hiðani minkar talið á báðar bøgir, mest hjá eldru árgangunum. Vatn á lungunum er vanliga bert øðrumegin. Hendir seg kortini, at tað kemur báðumegin. Hetta kann vera um somu tíð, ella stytri ella longri ímillum. Tilsamans 3 sjúklingar við vatni á lungunum báðumegin, og har umframt eitt konu* fólk við hesi sjúku 2 ferðir somumegin. 1. 9 A. J., b. í h. 3I/3 1918. Var í smittuvanda síðst í 1929. Varð helst smittað. Um so var, var tað við ongum smittuhita. Vatn á lung* unum høgrumegin jan. 1930, og 5 mánaðir seinni — juni 1930 — vinstrus megin. Síðan frísk til jan. 1939. Fekk tá, meðan hon gekk við barni, lungnatuberklar við tubbusteyrum í spýttinum. 2. 9 G. O., b. í h. 1/7 1907. Skúlanæmingur í Havn. Varð her í mei 1927 sjúk, við hita, sum møguliga kundi vera smittuhiti. Smittukeldan ókend. Kom heim í frítíð 8. juli. í juli og august 1927, at kalla um somu tíð, vatn á lung. høgrus og vinstrumegin. Onga tuberklasjúku síðan.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.