Fróðskaparrit - 01.01.1959, Síða 53
Um navnaliðin =inga í nøkrum staðanøvnum í Suðuroynni 59
^Vatnsenda^) (> *Vatnsinda(*) >). Hyggja vit nú í orða*
bøkur um næstu skyldmál okkara, síggja vit, at okkara
nøvn kunnu berast saman við norr. vazendi m.: »Ende af
et Vand« (Fritzner), nýíslendskt vatnsendi m.: »Enden paa
en Indsø, Søende; Enden paa en Aa« (Blóndal) og nýnorskt
vatsende = vatsos m.: »Sted hvor en Elv løber ud af en
Indsø; Søens nederste Ende. Ogsaa kaldet Vatsende, m.
(Det sidste er et sædvanlig Stedsnavn, som især i de vest*
lige Egne oftest betegner Vandets nederste Ende)« (Aasen).
Vatnsinga er navn á einum stykki í bønum,1) sum liggur
Teiga=megin2) — tvs. á syðru síðu á bygdini — og gongur
oman móti sjónum. Mølin niðanfyri stykkið er Vatnsinga=
møl, og hon liggur stutt uttanfyri Rivið. Tann sum hevur
verið í Fámjin veit, at bygdin er eyðkend av Rivinum, sum
gongur frá norðara armi á víkini og yvir í Teigalandið, tí
á háfjøru, tá ið tað liggur turt, er víkin innanfyri á at líta
sum eitt vatn. Einasta liða á Rivinum er Sundið, sum liggur
stutt frá Teigalandinum og er ikki meira enn eina árarúmd
til breiddar (ella sum ein stór á). Tá ið vit hoyra, at Fámí
iningar rópa víkina innanfyri Rivið Inni í Vatninum,3) er
tað einki at ivast í, at navnaliðurin Vatns= [vans^] í Vatns*
inga(o) sipar til hetta pettið av víkini, tí annað vatnsnavn,
sum hugsast kann um, er ikki nærhendis. Eftir leguni á
staðanavnaplássum okkara hevur * Vatnsendi upphavliga verið
navn á landsynningshorninum (ændanum) á »Vatninum« og
síðan á lendinum nærhendis. At hin regluligi hvørfallsform»
urin *Vatnsendi er troðkaður burtur av hvønn= og hvørjum*
fallsforminum *Vatnsenda í nøvnum okkara er heldur løgið,
!) Sí: Vansinga í staðanavnayvirlitinum í L. F. (III). (L. F. = Leksikon
Færoense).
2) Sbr. FKortl., M. 49: Teigar.
3) Fáminingar vilja vera við, at tað er mógvur á Rivinum. Har man
so vatn einaferð hava verið, men nær tað hevur verið, er ein spurns
ingur, sum vit mugu lata jarðfrøðingarnar greiða. Sum navnið á víkini
innanfyri Rivið og okkara nøvn vísa, kann tað úr málsligum sjónar«
miði hava verið vatn har í søguligari tíð.